Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bøn fyri bátinum ”Hans á Bakka”

Oliver Joensen

Oddvør Jacobsen, mamma Regin og kona Hans á Bakka, sála, hevði eisini sítt at siga við hátíðarhaldið tá stóri brunnbáturin, “Hans á Bakka” varð fagnaður á Glyvrum í gjár.

Oddvør Jacobsen hevði eina bøn fyri skipi, manning, okkum og sjófólkinum. Hon segði:

Tá hetta snotiliga far leggur at bryggju her í dag og berheitið ”Hans á Bakka”, so er ta ikki sørt, at tað kennist eitt sindur løgið, ogtað nertir eitt sindur við mínar kenslur.

Tí má eg fyrst citera hesi orðini, sum so mangan vóru áhansara munni og sum myndaðu hansara dagliga liv:

Orð.3.3-4 ”Kærleiki og trúfesti víki aldri tær frá, bind teyum háls tín skriva tey á hjartans talvu tína.

Tá manst tú finna náði og hyggjuráð góð bæði í eygum guds ogmanna.”

So vil eg leggja hesi orðini afturat, sum standa á Sálm.127.1:

”Um Harrin ikki húsið byggir, tá til onkis smiðirnir starva,um Harrin ikki staðin varðar, tá til onkis vaktarin vakir.”

Latið okkum biðja eina bøn fyri skipi og manning:

Harra vár Gud og faðir okkara, í Jesu navni, so takka vittær fyri arbeiði og gleðina, sum tú gevur okkum á hesum degi.

Vit takka tær fyri hetta skip, sum nú er latið okkum upp íhendir, sum kemur at sigla á okkara firðum ímillum oyggjarnar.

Vit biðja fyri manning, fyri sjófólkinum. Ver tú innanborðahjá teimum, halt tína varðveitandi hond yvir teir á øllum leiðum teirra, varðveitteir frá øllum vandum, so onki ilt teimum hedna skal. Tí einglum tínum boð túgevur, at varða teir á øllum leiðum teirra.

Til seinast vil eg lýsa tað Aronitisku signingina yvir hettafar:

”Harrin vælsigni teg og varðveiti teg!

Harrin lati andlit sítt lýsa yvir teg og veri tær náðigur!

Harrin lyfti ásjón sína yvir teg og gevi tær frið”

Guds signing og friður verði við hesum skipi, at tað kannvera til gagn fyri virkið alivinnuna og soleiðis fyri okkara land og fólk, ogalt til tína æru í Jesu navn.

Amen