Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

BØNARDAGURIN Í ‘EMMAUS’

John William Joensen

Fríggjadagin 5. mars var fyri fyrstu ferð hildin bønardagur fyri kvinnur í Emmaus.

Hetta tiltakið  skiftir ímillum meinigheitirnar á hvørjum ári. Bønardagurin verður hildin runt um alla jørðina og byrjar, tá sólin rísur á Tonga-oyggjunum í eystri  og endar á Samoa-oyggjunum,  tá sólin setur í vestri.

Um Panama.
Í ár høvðu kvinnur úr Panama lagt bønarevni og skrá tilrættis. Tí  byrjaði kvøldið við at ljósmyndir um fólk, mentan og náttúru í Panama vórðu vístar,
Bønarevnini vóru viðkomandi fyri kvinnur, m.a.  ein tøkk, at kvinnur um allan heim henda dag eru saman í bøn.  So var forbøn fyri kvinnum, sum vága at standa fram og við síni nærveru gera sína ávirkan galdandi, tá broytingar mugu gerast í samfelagi, kirkju og heimi. Fleiri onnur bønarevni vóru eisini.
Við frásøgnini um hinar fimm døtur Selofads (4. Mós 27) í huga, síggja vit fordømi um ta serstøku ávirkan tað ber við sær, at fleiri eru samdar um at biðja fyri somu søk.
Anne-Lene Olofson tosaði um Mariu Magdalenu, sum leitaði eftir Jesu likami í tómu grøvini. Anne-Lene hevði eisini við sær gamla leirkrukku . Hon vísti og forkláraði  út frá  2. Kor 4,7 um dýrgripin sum vit hava í leirkeri., og áminti um at gera brúk av hesum í gerandisdegnum.
Lítil framsýning "Leirker" gav frálíka  mynd av, hvussu  ymisk hesi ker kunnu vera. Har sást m.a. tálgakrukka úr Norðuroyggjum og leirkaffikanna úr Etiopiu
Góður drekkamunnur var aftaná, so allar kvinnurnar fingu høvi at heilsa uppá hvørja aðra Tað er jú ikki hvønn dag, at tær ymisku meinigheitirnar hittast soleiðis.
Í fyrireikingarnevndini íár vóru Jabjørt Thomsen, Sylvia Thomsen, Alma Bjartalíð, Marna Ellingsgaard og Doris Heinesen.