Søgufróði fuglfirðingurin, Petur Martin Petersen, fer í dag í sambandi við Torradagarnar at greiða frá um abba sín, Sámal Petur Petersen (Gamla Sámal Petur), og hansara handilsvirksemi.
Søgufróði fuglfirðingurin, Petur Martin Petersen, fer í dag í sambandi við Torradagarnar at greiða frá um abba sín, Sámal Petur Petersen (Gamla Sámal Petur), og hansara handilsvirksemi.
“Tá ið telefonin ringdi nú um dagarnar og mín góði vinur, Dávur Winther, var í hinum endanum, varð eg eitt sindur kløkkur, tá ið hann bað meg, ein landkrabba, um at siga frá um lívssøguna hjá abba mínum, Gamla Sámal Peturi í Fuglafirði.” Soleiðis sigur Petur Martin Petersen, sum í dag í sambandi við Torradagarnar fer at greiða frá virkseminum hjá abbanum.
Gamli Sámal Petur varð føddur í Kollafirði í 1861, og í 1887 grundlegði hann handilsfelagið S. P. Petersen í Fuglafirði. Tá hevði hann verið í Íslandi í nøkur ár, har hann hevði róð út, men umframt útróðurin hevði hann eisini fingist eitt sindur við handilsskap.
Hann giftist í Kollafirði í 1887, og 3. jóladag sama árið komu hann og konan til gongu til Fuglafjarðar, har hann hevði bygt sær handil við íbúð. Hann tók ímóti fiski, sum varð seldur til onnur lond, og í 1892 keypti hann tað fyrsta av fleiri skipum.
Virksemið vaks og eitt skifti gjørdi handilsvirkið hjá Gamla Sámal Peturi, eins og Kjølbro í Klaksvík, sínar egnu pengar.
Saltið er ikki dovnað
”Nú árligu torradagarnir eru í Klaksvík, bað Dávur meg ikki gloyma, at hann vildi hava meg at leggja dent á saltfisk og klippfisk, sum mundi vera høvuðsvøran, føroyingar fóru at útflyta, tá ið skiparakstur á egnum kjøli fór at taka seg upp í seinnu helvt av 1800-talinum,” sigur Petur Martin Petersen.
”Hesum játtaði eg so, og fari eg at siga eitt sindur um mannin aftan fyri hendan saltfisk, og hvussu eftirkomarar hjá Gamla Sámal Peturi enn halda áfram við hesi vinnu, soleiðis at vit enn í dag kunnu ásanna, at saltið, sum Gamli Sámal Petur saltaði sín fyrsta fisk við, enn ikki er dovnað,” sigur hann.
Petur Martin Petersen verður í Smæruni í dag klokkan 15.
Evnið hann fer at tosa um verður: “Klippfiskur til Spania, lippukassar, vaðbein og heiðursbrøv til SPP”.
Aftaná verður boðið til ein kaffimunn og eisini ein smakk av eini saltfiskasneis.




