Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borðoyarvík framtíðarhavn

John William Joensen

Viðmerking til grein hja Jakupi Mikkelsen.

Jakup Mikkelsen hevði eina ahugaverda grein í Norðlysinum um eina framtíðarhavn a Borðoyavík.
Eg var á mínum fyrsta fundi í Byggi- og býarskipanarnevndini og har bleiv tosað um mangt og hvat, so sum Borðoyavík og aðrar framtíðarætlanir hjá Klaksvíkar Byráði.
Sjálvandi skal man kanna Borðoyarvíkina og onnur øki i Klaksvík, og hvat kan gerðast fyri at vit kunnu skapa betri karmar í býnum.
Tað sum undrar meg er, at á fundinum segði formaðurin (Jakup Mikkelsen) at vit, limirnir í nevndini, skuldu ikki fara út og tosað um tað sum fór fram á fundinum. Eyðgunn og undirritaði skiltu ikki heilt hvat hann meinti við og spurgdu hví. Har var einki sum ikki toldi dagsins ljós. Jákup Mikkelsen segði okkurt um at vit vóru júst byrjaði í nevndini og tað, sum fór fram a fundinum var bert til kunningar.
Tey flestu sum vórðu vald inn í býraðið tosaðu nógv um gjøgnumskygni upp undir valið so eg helt at hetta var eitt sindur løgið. Men hvat, eg hugsaði ikki meira um tað.
Ikki fyri enn eg læs Norðlysið og sá eina stóra mynd av Jakup Mikkelsen sjálvum og eina grein um Borðoyavík. Einasti maður á fundinum sum ikki vildi at nakað skuldi fara út????
So er tað at man spyr seg sjálvan: Er tað soleiðis arbeitt verður í politikki??
Í mínari verð er eitt orð eitt orð og ein maður ein maður. Er tað longu nú at man skal byrja at samla atkvøður til næsta val???
Um so er, so er hetta ein sera løgin háttur at føra seg fram.
Mín meining er at polittikara skulu gerða tað sum er best fyri býin og ikki brúka orku uppa at samla atkvøður ígjøgnum alt valskeiðið.
Vit skulu minnast til at vit eru vald inn í býráðið fyri at umboða borgaran og ikki bara okkum sjálvi.

Vinarliga
Hans Arne Bertholdsen