Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borðoyarvík sum ruskpláss

John William Joensen

Í morgun var tað lítið hugaligt hjá kvinnum sum javnan svimja í sjónum við kajuna á Flesjum, at síggja hvussu burturkast frá slakti bara var tveitt á sjógv.

Í morgun var tað lítið hugaligt hjá kvinnum sum javnan svimja í sjónum við kajuna á Flesjum, at síggja hvussu burturkast frá slakti bara var tveitt á sjógv.

Tað eru fleiri sum hava fyri vana at svimja á sjónum og hvønn mikudag í árinum hevur ein bólkur av kvinnum trúliga svomið við kajuna á Flesjum á Borðoyarvík.

– Men í seinastu viku troystaðu vit okkum ikki á sjógv tí innvølir og annað burturkast frá seyði lá og fleyt í sjónum fram við kajini og fjøruni. Í morgun sluppu vit heldur ikki á sjógv tí fjarðar og innvølir av fugli lógu allastaðni og vit halda at hetta er sera ótespiligt og átaluvert, siga kvinnurnar sum hava sent okkum myndir ið tiknar eru við fartelefon.