Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgar undir 3 tímar

John William Joensen

Sunnudagin luttók Borgar Biskopstø úr Treystinum í Copenhagen Marathon og kom hann undir teir "magisku" 3 tímarnar.

Tað vóru nakrir føroyingar við í Copenhagen Marathon, sum var sunnudagin og fremstur at teimum bleiv Borgar Biskopstø úr Treystinum. Hann kom undir teir "magisku" 3 tímarnar, sum flest allir marathon rennarir droyma um. Hann kom á mál í tíðini 2 tímar 56,35 min. og gjørdist nummar 92 av teimum gott 4.600 monnunum og nummar 18 í bólkinum 40-44 ár. Borgar helt eina javna ferð og brúkti 1 tíma 27,25 min. um fyrru helvt av tí 42,195 km langa marathon teininum – sera væl runnið av Borgari.

Borgar sum bert hevur runnið í fá ár, og seinnu árini hevur betra seg nógv, luttók fyrstu ferð í marathon í Føroyum seinasta ár, tá hann gjørdist nummar tvey í FM við tíðini 3 tímar og 39 sekund.
Nakrir av hinum føroyingunum sum luttóku vóru Súni Jacobsen (nr. 126 við 2 tímar 59,30 min.), Henry Olsen (nr. 143 við 3 tímar 01,56 min.), Ólavur Kjølbro (nr. 643 við 3 tímar 25,20 min.), Ólavur H. Olsen (nr. 1238 við 3 tímar 37,43 min.), Bent Tommy Linklett (nr. 2049 við 3 tímar 51,38 min.) og Susan Jacobsen (nr. 3459 við 4 tímar 18,38 min.).