Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgarafundur um framtíðar framhaldsdeild

Tíðindaskriv

Í næstum fara býráðini í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu væntandi at taka støðu til framtíðar framhaldsdeild í økinum. Tískil bjóða kommunurnar til felags borgarafund á Miðnámi á Kambsdali mánakvøldið 13. juni klokkan 19.00

Arbeiðsbólkar hava í fleiri umførum kannað ymiskar samstarvsmøguleikar. Á fundinum verður kunnað um hesa tilgongd og arbeiðið, sum er gjørt síðani á vári 2014 til dagin í dag.

Endamálið við fundinum er at geva borgarum í kommununum møguleika at siga sína hugsan um framhaldsdeildina í økinum, áðrenn støða verður tikin.

Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu

Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommuna