Stóri og spennandi borgarafundurin verður í kvøld 5. november kl. 19 í Skúlanum við Løgmannabreyt. Á skránni eru spennandi framløgur og høvi verður eisini at seta politikarum í býráðnum spurningar.Borgarafundurin verður hildin í sambandi við, at Tórshavnar kommuna hevur gjørt eina kommunuætlan, sum stingur út í kortið, hvussu kommunan sær út um 15 ár.
| Stóri og spennandi borgarafundurin verður í kvøld 5. november kl. 19 í Skúlanum við Løgmannabreyt. Á skránni eru spennandi framløgur og høvi verður eisini at seta politikarum í býráðnum spurningar. Borgarafundurin verður hildin í sambandi við, at Tórshavnar kommuna hevur gjørt eina kommunuætlan, sum stingur út í kortið, hvussu kommunan sær út um 15 ár. Á fundinum fara kommunustjórin, trivnaðarstjórin, tekniski stjórin og borgarstjórin at greiða frá kommunuætlanini. Samstundis kunnu allir borgarar siga sína hugsan um Tórshavnar kommunu í framtíðini. Hetta er sostatt eitt gylt høvi hjá borgarunum at hava ávirkan á, hvussu Havnin og kommunan annars verður bygd út komandi 15 árini. Kommunuætlanin kann verða lisin |




