Fyri kortum royndi ferðslupolitiið at steðga einari motorsúklu sum koyrdi við nógvari fer í Klaksvík. At politibilurin í hesum sambandi koyrdi við nógvari ferð í bygdum øki er ikki farið óátala afturvið borðinum í sosialu miðlunum sum eitt nú á Facebook.
Fyri kortum royndi ferðslupolitiið at steðga einari motorsúklu sum koyrdi við nógvari fer í Klaksvík. At politibilurin í hesum sambandi koyrdi við nógvari ferð í bygdum øki er ikki farið óátala afturvið borðinum í sosialu miðlunum sum eitt nú á Facebook.
Her eru nakrar viðmerkingar:
….Teir koyrdu framvið húsini hjá okkum. Vit eiga børn sum spældu uttanfyri. Ja – tað sá ikki tespuligt út – men eg má leggja afturat tykkara viðmerkingum, at løgreglan koyrdi so sannuliga heldur ikki forsvarligt ímillum húsini……. Um løgreglan hevur sæð nummarplátuna á súkkluni og heldur fram við at elta motorsúkluna, so átti tað at veri nakrir løgreglumenn, sum ikki sova so gott í nátt…… onki at forsvara,at pressa ein persón til at koyra so vitleyst, sum kanska nú doyr ella gerst avlamin fyri lívið, hvat skuldi hattar verða gott fyri ….jú eg haldi at tað var rætt at elta og fanga mannin, aðrenn hann tók lív, eg sá hann eisini koya á hasi súkluni. Gott og betryggjandi at løggreglan ikki gav upp …. eingin pressast av at syggja bláljós aftanfyri seg, tá steggar man……Hasir politistarnir skuldu verið sekkjaðir uppá standandi fót…..í tí fantastiska góða veðrinum sum var ídag, vórðu nógv fólk úti og gingu, og eisini nógv børn sum sjálvandi spæla á vegnum, løgreglan er fyri at verja borgaran, ikki sum hesir seta, seta lív í váða….. Sjálvandi skal eingin koyra soleiðis, men politi má eisini hugsa um ikki gera støðuna verri enn hon er.….. skal ongin fortelja fyri mær at ein Ford mondeo er betri egnaður at koyra yvur 140 við enn ein motorúkkla sum er í ordan… men, men, óansæð… bæði á súkkluni og bilinum var tað nokk aftanfyri róðri at feilurin sæt…… Also heilt erligt. Fólk svøk um at løgreglan roynir at fanga ein sum koyrir púra vitleyst… Verða tit so eisini svøk tá ein sjúkrabilur fer ýlandi eftir vegnum í góðveðri, tá fólk eru úti og hugna sær? Ella um sløkkiliðið má skunda sær gjøgnum býin til ein vanlukku? Um onkur nú koyrdi skítetandi fullur gjøgnum býin, skal løgreglan so bara fara heim til viðkomandi at bíða til viðkomandi kanska kemur til hús?….. løgregluna gera sítt arbeiði. Teir hava nokk mett um støðuna og hildið tað vera best at fara eftir manninum…..
Politiið gavst at fylgja súkluni
Hóast vit hava roynt at fingið viðmerkingar frá politinum hevur tað ikki borið til at fingið fatur á rætta viðkomandi enn.
Men vakthavandi á politistøðini vísti í samrøðu við Norðlýsið á at tað altíð verður mett um støðuna og í nevnda førinum góðust politistarnir við at elta motorsúkluna og funnu hana góðan hálvan tíma seinri. Hóast nógv kjak hevur staðist av hendingini so ringdu bert tveir borgarar til Politiið at gera vart við sína misnøgd, sigur vakthavandi á politistøðini.




