Støðan er pínlig, og hetta kunnu vit ikki bjóða fólki. Støðan má broytast innan fáar tímar, nú Summar festivalur er, sigur borgari.
IRF hevur uttan stórvegis kunning broytt tíðirnar fyri, nær teir avheinta skrelliposarnar í Klaksvík, siga borgarar í Klaksvík.
Fleiri borgarar í Klaksvík hava í kvøld víst sína ónøgd um innsavningina av skrelli í býnum, sum er broytt hesa vikuna. Ein av hesum er Kristian Joensen, sum býr á Klaksvíksvegi og sum vónar, at trupulleikin verður loystar innan fáar tímar, tí støðan er pínlig.
– Sambært heimasíðuni hjá IRF hava teir framskunda innsavningina á Klaksvíksvegi og aðrastaðnis í býnum. Einki stendur um tað í kunngerðinum á heimasíðu Kringvarpsins og tí hevur tað ikki verið lýst við hesi kunngerðini í dag. Kann IRF vænta, at allir borgarar vitja teirra heimasíðu hvønn dag? Í Klaksvík búgva eisini fleiri eldri borgarar, og teir hava kanska ikki internet, so hetta kann als ikki góðtakast. Nú Summar Festivalurin stundar til, so verða nógvir gestir í býnum og tað er næstan hvørt einasta hús í Klaksvík, ið hevur gestir. Hetta merkir, at tú ikki sleppur av við neyðuga skrelli. Í kvøld síggi eg fleiri skrelliposar, sum standa uttanfyri og bíða eftir IRF í morgin. Men sambært heimasíðu teirra, so hava teir longu verið her. Mín skrelliposi fer saman við posunum hjá øðrum borgarum at misspríða býin inntil IRF tekur hann, sigur Kristian Joensen við Norðlýsið í kvøld.
Vanliga verða skrelliposarnir á vestaru síðuni í Klaksvík tiknir týsdag.




