Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgarstjórar á tindunum

Oliver Joensen

 Á fundinum í kvøld, sum Føroya Sjómannadagur skipaði fyri í Miðhøll skúlans, fingu vit áhugavert innlit í viðurskiftini hjá Runavíkar og Klaksvíkar Kommunu.

Sigast skal, at ætlanin var at borgarstjórin á Tvøroyri skuldi vera har saman við Jógvani Skorðheim, men Kristini Mikkelsen barst frá og tað var tí væl gjørt av Tórbirni Jacobsen, yvir nátt at møta upp til slíkan dyst.

Jógvan Skorðheim greiddi neyvt fá ymiskum tølum um búskap og arbeiðispláss í kommununi, og tá Tórbjørn kom við sínum innleggi, greiddi hann frá, at peningaliga gongdin í Runavíkar Kommunu var líkt tí í Klaksvík, ímeðan hann segði, at hjá teimum kom mest sum øll inntøkan niðan úr sjónum, tí teir høvdu at kalla onki alment starv í komununi afturímóti almennu størvunum í Klaksvík.

Eftir at teir báðir høvdu lagt fram, vóru spurningar úr salinum. R7 sendið orðaskiftið, so til ber at hoyra sendingina á r7.fo