Tey, sum tosaðu so jaliga fyri einum valdømi, mugu kenna seg illa, nú borgarstjórin í Havn sigur seg vera valdan í Føroya Løgting at arbeiða til frama fyri tí eina valdøminum – Tórshavn. Samstundis noktaði Klaksvíkar Býráð sínum borgarstjóra at røkja tvey størv, og hóast vit halda, at argumentini hjá býráðslimunum í Klaksvík vóru tey røttu, so gjørdist hetta ein sera óheppin avgerð – nú Javnaðar- og Sambandsflokkurin í Tórshavnar Býráð sendu sín borgarstjóra at føra býráðspolitikk á Føroya Løgtingi fyri dupulta almenna løn.
Tey, sum tosaðu so jaliga fyri einum valdømi, mugu kenna seg illa, nú borgarstjórin í Havn sigur seg vera valdan í Føroya Løgting at arbeiða til frama fyri tí eina valdøminum – Tórshavn.
Samstundis noktaði Klaksvíkar býráð sínum borgarstjóra at røkja tvey størv, og hóast vit halda, at argumentini hjá býráðslimunum í Klaksvík vóru tey røttu, so gjørdist hetta ein sera óheppin avgerð – nú Javnaðar- og Sambandsflokkurin í Tórshavnar býráð sendu sín borgarstjóra at føra býráðspolitikk á Føroya Løgtingi fyri dupulta almenna løn.
Javnaðarflokkurin, saman við einum stórum meiriluta í Tórshavnar býráð, hevur nevniliga samtykt, at næstformaðurin í Javnaðarflokkinum kann vera borgarstjóri og tinglimur samstundis, og floksleiðslan hevur harafrat valt borgarstjóran til næstformann á Føroya Løgtingi. Heðin verður 70 ár komandi summar og hevur havt rætt til pensjón, síðan hann gjørdist 67 ár. Samanumtikið kann Heðin Mortensen krevja skattgjaldaran eftir 117.575,04 kr. í løn, nevndarsamsýning og pensjón hvønn mánað. Árslønin hjá leiðandi javnaðarmanninum er í minsta lagi 1.410.900,48 kr., tá ið pensjónin er íroknað.
Tað margháttliga er, at samstundis sum Heðin fær tvífalda almenna løn og fleiri nevndarsamsýningar afturat, er borgarstjórin í Havn fólkapensjónistur og fær grundupphæddina á 3.313,- kr. og samhaldsfasta á 3.012,- kr. flutta á kontu hvønn mánað eins og øll onnur.
Annars er pensjónin hjá borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu munandi betri enn t.d. hjá borgarstjóranum í Klaksvíkar býráð, tí Tórshavnar kommuna hevur samtykt, at borgarstjórin fær eftirløn á sama støði sum landsstýrisfólk. Hetta merkir, at Heðin Mortensen hevur, síðan hann fylti 67 ár, havt rætt til pensjón fyri tilsamans 36.000,- kr. um mánaðin frá tí almenna.
At ein javnaðartingmaður kann kosta landskassanum so nógvar pengar er óhoyrt, og at borgarstjórin í Havn uttan at smæðast roynir at seta kílar ímillum flokkarnar, sum í undanfarnu løgtingssetu gjørdu semju um tunlarnar um Tangafjørð og til Sandoynna, átti at fingið leiðsluna í Javnaðarflokkinum at ressast við, men í løtuni tykist løgmaður at hava stórar trupulleikar av at fáa samgonguna arbeiðsføra, og tí hevur hann ikki politisku styrkina til at seta borgarstjóran í Havn upp á pláss.
At borgarstjórin í Havn er farin í hernað móti Eysturoyartunnlinum, kemst av, at hann sær tunnilin sum eina hóttan.
Eftir at Bakkafrost hevur savnað sítt virksemi á Skálafjørðinum, og útflutningsvinnan hevur sítt virksemi í Norðoyggjum, Eysturoynni og Suðuroy, gevur ein góðshavn uttan fyri Skansan fyri 800 mió. kr. als onga meining. Farmaskipini eru longu byrjað aftur at sigla til Norðoyggjar, Eysturoy og Suðuroynna, og tí verður útflutningurin ikki longur fluttur við treylarum til Havnar. Vit kunnu nevna, at umleið 80% av tí farmi, sum útflutningsvinnan framleiðir ella leggur upp á land í Norðoyggjum, verður flutt beinleiðis við skipi av landinum.
Borgarstjórin í Runavík tók røttu avgerðina, tá ið hann boðaði frá, at um hann varð valdur í løgtingið, so legði hann frá sær sum borgarstjóri, og eigur hann rósur fyri at vera greiður og álitisvekjandi.
Síðan Føroyar gjørdust eitt valdømi, er tað vorðið alsamt meira ógreitt, hvønn løgtingslimir í veruleikanum umboða, og kappingin millum borgarstjórarnar at sleppa í løgtingið vísir, hvussu skeiklað skipanin er.
Men tá ið borgarstjórin í Havn sleppur at sita í tinginum og alment kunnger, at hann fer at arbeiða fyrst og fremst fyri Tórshavn – er neyðugt, at Klaksvíkar býráð umhugsar støðuna enn einaferð og loyvir Jógvan Skorheim tað sama. Men fyri tað er avgerðin hjá Tórshavnar býráð – at loyva Heðin Mortensen at spæla borgarstjóri í løgtinginum fyri trýfalda hýru og eina eftirløn, sum svarar til, at hann var landsstýrismaður – fullkomiliga burturvið.
Tað er eisini óhoyrt, at løgmaður ikki hevur talað at.




