Borgarstjórarnir í Klaksvíkar- og Svínoyar kommunu heita í brævi staðiliga á vinnumálaráðharran um at byggja nýtt skip til Svínoyarleiðina, sum er tann ringasta til veður og streym.
www.klaksvik.fo upplýsir, at brævið, sum teir báðir borgarstjórarnir, Steinbjørn O. Jacobsen og Eyðun Jacobsen, hava sent til Vinnumálaráðharran, Jóhan Dahl, er soljóðandi:
– Í seinastu viku var at hoyra í fjølmiðlunum at nýtt skip skuldi byggjast til Nólsoyarleiðina. Síðani skuldi eitt tíðarhóskandi skip finnast til Svínoyarleiðina.
– Við hesum orðum kundi ein gera sær tankar um, at hugsa varð um eitt gamalt skip til Svínoyarleiðina.
– Svínoyingar og fugloyingar hava havt Másan siglandi á leiðini síðan 1959. Farleiðin er tann ringasta til veður og streym.
– Vit vilja við hesum staðiliga biðja Føroya Landstýrið og Løgting um, at eitt nýtt og hóskandi skip verður bygt sum skjótast til Svínoyarleiðina.
– Vit vóna, at tit taka hesa áheitan okkara í álvara, tá ið tit vónandi vita, líka so væl sum vit, hvørjum standi Másin er í.
Vinarliga
Eyðun Jacobsen, borgarstjóri í Svínoyar kommunu
Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu




