At tað nú gerst bíligari at ferðast gjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, fer at gagna borgarum og vinnulívið í hesum pørtunum av landinum, eins og onnur, sum ferðast til hesi økini, fara at fáa gleði av príslækkingini.
Tað er gleðiligt, at tað gerst bíligari at ferðast um firðir og sund kring landið.
At tað nú gerst bíligari at ferðast gjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, fer at gagna borgarum og vinnulívið í hesum pørtunum av landinum, eins og onnur, sum ferðast til hesi økini, fara at fáa gleði av príslækkingini.
Príslækkingin, sum varð kunngjørd í farnu viku, er grundað á øktari ferðslu, á økt tal av bilum gjøgnum Vága- og Norðoyatunnilin.
Eisini á Suðuroyarleiðini er talið av ferðandi økt munandi seinastu árini. Síðan 2004 er talið av ferðandi um Suðuroyarfjørð vaksið úr góðum 154.000 í 2004 og upp í smá 212.000 ferðandi í 2011. Ein vøkstur á 37%.
Økta talið av ferðandi um Suðuroyarfjørð hevur tó ikki havt heilt somu úrslit við sær, sum nú eru fráboðaði við príslækkingum í báðum undirsjóvartunnlunum.
Seinastu árini eru á Suðuroyarleiðini gjørdar príshækkingar og ikki minst, so er tað frammanundan alt ov lága túratalið, skorið enn meiri.
Í Suðuroynni búgva umleið 10% av føroyafólki.
Á samferðsluøkinum er tænastan (títtleikin og kostnaðurin) til Suðuroynna munandi verri enn t.d. til Vágarnar og Norðoyggjar. Hóast hetta er prísurin fyri tænastuna á Suðuroyarleiðini væl hægri fyri brúkaran, enn prísurin á farleiðini til t.d. Vágarnar og Norðoyggjar.
Vit – kommunurnar í Suðuroynni – vænta í seinasta lagi 1. juli. 2013 eina fráboðan frá Johan Dahl, landsstýrismanni, ið varir av Strandfaraskipum Landins, um hvussu tænastan á Suðuroyarleiðini verður betri, tvs. eina fráboðan um hvussu príslækkingar og øking av túratalinum um Suðuroyarfjørð, verður framt í næstum.
Kristin Michelsen Dennis Holm Trúgvi Gudmundarson
Tvøroyrar kommuna Vágs kommuna Hvalbiar kommuna




