Nú verandi samgongulimir, í Klaksvíkar Býráð, hittast til fundar um eina løtu, er trýst á Javnaðarflokkinum. Hetta er greitt eftir at Fólkaflokkurin í gjárkvøldi bjóðaði Javnarflokkinum samstarv og borgarstjórasessin.
Nú verandi samgongulimir, í Klaksvíkar Býráð, hittast til fundar um eina løtu, er trýst á Javnaðarflokkinum. Hetta er greitt eftir at Fólkaflokkurin í gjárkvøldi bjóðaði Javnarflokkinum samstarv og borgarstjórasessin.
Jógvan Skorheim, gjørdist, sum vit mettu undan valinum, stóri sigursharrin á býráðsvalinum. Hann fekk 22% av samlaðu atkvøðunum á býráðsvalinum í Klaksvíkar Kommunu. Hetta er næstan líka nógv, sum Heðin Mortensen fekk í 2012, tá hann fekk 23,6% av samlaða atkvøðutalinum í Tórshavnar Kommunu.
Stórsigurin kann kosta borgarstjórasessin
Men júst stóri valsigurin hjá Nýtt Sjálvstýri er samstundis akillishælurin hjá Jógvan Skorheim, nú hann skal telva seg til borgarstjórasessin.
Tí veljarin hevur givið honum alla ágóðan av tí arbeiði, sum sitandi samgongulimir meta seg hava gjørt til frama fyri býin.
Tjóðveldi er farið frá trimum býráðslimum niður í ein og tað kann einans verða av landspolitiskum orsøkum har flokkurin í løgtinginum hevur gjørt seg til talsmann fyri ein fiskivinnupolitikk, sum er sera ópopulerur í Norðoyggjum. Harafturat eigur flokkurin Heilsumálaráðharran, sum hevur latið upp fyri møguleikanum at avtaka leiðsluna á Klaksvíkar Sjúkrahúsið og seta ein super sjúkrahússtjóra í Havn. Hóast tað gongur gott í Klaksvík og Klaksvíkar Kommunu var flokkurin sera hart revsaður av veljaranum.
Javnaðarflokkurin hevur heldur ikki fingið nakran ágóða av samstarvinum við Nýtt Sjálvstýrið, hóast flokkurin í atkvøðum hevur havt eina sera lítla framgongd. Flokkurin er nevniliga minkaður í samlaða prosentbýtinum av atkvøðum.
Hvat ger Signhild?
Uttan at taka nakað frá Signhild, so hevur hon ongantíð borið seg fram, sum ein, ið hevur ambitiónir at gerast borgarstjóri. Posturin sum varaborgarstjóri tiltalar hana kanska betri í verandi støðu.
Men eingin ivi er um at tað er trýst á henni at taka av tilboðnum frá Fólkaflokkinum.
Avgerðin, hvør verður borgarstjóri, liggur í hondunum á Javnaðarflokkinum, og í hondunum á Signhild Jóhannesen.
Undir øllum umstøðum kann roknast við at tað verður ikki eins lætt hjá sitandi borgarstjóra at skipa samgongu, nú tað ikki er Jógvan Skorheim, sum situr við avgerandi atkvøðuni.




