Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgarstjórin á 100-ára veitslu kommununnar: Sterki samleikin er størsta styrki okkara

John William Joensen

– Tað er ein styrki fyri okkum, at vit hava ein sterkan samleika og hava eitt heimstað, sum vit eru góð við og kunnu virka út frá.

Tí verður ein fram-haldandi avbjóðing hjá Klaksvíkar kommunu at skapa trivnað fyri fólk í øllum aldri, so vit hava eitt heim, vit eru góð við, og vita, hvar røturnar eru, og hvar tað altíð ber til at leita trygga havn. Ein hjálpandi hond í truplari støðu, eitt smíl á einum góðum degi, eitt eggjandi róp í mótbrekku, ella ein armur um herðarnar, tá ið sorgin nívir. Tað hava vit øll framhaldandi brúk fyri í okkara globaliseraðu tíð, segði Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, í 100-ára veitslurøðu sínari.

Leygarkvøldið var Klaksvíkar Badmintonhøll karmur um 100-ára veitsluna hjá Klaksvíkar Kommunu, har nógv ymisk tiltøk vóru á skránni, so sum sang- og tónleikaframførslur, heilsanir frá løgmanni, formanninum í KSF og frá vinabýum Klaksvíkar.

Heimskendi klavervirtuosurin, Jónas Ingimundarson, spældi onkur løg og fekk síðan alla samkomuna at reisast og syngja "Tillukku til tín" til Klaksvíkar Kommunu, Pætur við Keldu og Kim Hansen spældu saman á hvør sínum flygli aftur við sangi, har Jógvan Hansen eisini sang onkrar av sangskattum okkara. Aðrir sangarar á skránni vóru ein operasangarinna úr Odense, sangbólkur úr Sisimiut og Kvinnukórið Suð.

Eisini Kl. Sjónleikarafelag trein pallin og førdi fram tvey brot úr 100-ára leiki teirra, sum fingu láturin rættiliga fram hjá veitslugestunum.

Jákup Weyhe var vertur við veitsluna, sum byrjaði við, at Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, helt eina mergjaða vælkomurøðu, sum vit her endurgeva:

—————-

Góðu gestir!
Tað er mær ein stór gleði og heiður at bjóða tykkum hjartaliga vælkomin til hesa 100 ára veitslu okkara, nú vit hátíðarhalda, at ein heil øld er liðin, síðan Klaksvíkar Kommuna – sum vit kenna hana í dag – varð sett á stovn sum sjálvstøðug kommuna.
Hesi 100 árini, sum eru liðin síðani 1908, hevur Klaksvík ment seg til at verða miðdepil í Norðoyggjum og eitt kraftsentur í føroyska samfelagnum. Her úr økinum hava framtakshugað fólk myndað føroyska samfelagið á nógvum økjum, og framburðurin hevur verið stórur.

Tøkk til fyrrv.
býráðslimir

Vit, sum búleikast her, hava nógv at takka fyri, at okkum untist at fáa ein so góðan heimstað sum Klaksvík og eitt so gott heimland sum Føroyar.
Tað er við takksemi vit kunnu minnast aftur á okkara forfedrar – menn og kvinnur – sum bygdu hendan stað og gjørdu hann til tað, sum hann í dag er.
Her við eg nýta høvið at bera tykkum, fyrrverandi býráðslimum, eina serliga tøkk fyri tykkara lut í menningini av kommunu okkara.

Lokalsamfelagið er
vorðið meira litríkt

Klaksvík er fiskivinnuhøvuðsstaður í Føroyum, og tað er fyrst og fremst fiskivinnan, sum hevur myndað framgongdina her í kommununi. Vinnulívsfólk, reiðarar, skiparar, sjófólk og gott arbeiðsfólk hava lagt grundalagið undir Klaksvíkar kommunu, sum vit kenna hana í dag, og við tíðini er lokalsamfelagið vorðið meira fjølbroytt og litríkt.
Klaksvík er eisini karmur um eitt livandi mentanarlív, ítrótturin spælir ein týðandi leiklut í samfelagnum, kirkju- og samkomulívið stendur sterkt, og handilslívið mennir seg støðugt.

100 ár eru vanliga meira enn eitt lívsskeið, og síðani 1908 hava fleiri ættarlið í bestu árum myndað og ment hendan stað.

Sæð í hesum ljósi mugu vit staðfesta, av vit sum einstakir persónar verða ongantíð størri enn tað staðið, har vit búgva. Men samstundis skulu vit gera okkum greitt, at tað eru júst vit sum ymiskir persónar, sum eru og verða grundalagið undir býnum og kommununi. Øll duga vit okkara, og øll kunnu vit leggja nakað afturat býarlívinum.

Sterki samleikin
er størsta styrkin
Eitt eyðkenni fyri Klaksvík – og Norðoyggjar annars – er ein sterkur samleiki. Vit vita, hvørji vit eru, og vit eru errin av tí. Tað er ein góður eginleiki og styrki fyri okkara lokaløkið – ikki minst í tíðini, vit liva í.

Møguleikar og avbjóðingar eru altíð fyri framman. Ein avbjóðing var Norðoyatunnilin, sum summi kanska stúrdu fyri. Men ta avbjóðingina hava vit tikið væl ímóti, og vit mugu øll verða samd um, at vit hava fingið munandi meira, enn vit hava mist, við nýggja fasta sambandinum.

Alheimsgerðingin
størsta avbjóðingin
Ein onnur – og helst nógv størri avbjóðing – er alheimsgerðingin. Her er eingin tunnil, sum vit kunnu fyrihalda okkum til. Eingin ítøkiligur innflutningur, sum vit kunnu temja ella forða. Dagsins ungdómur veksur upp við heilt øðrum møguleikum, enn tey gjørdu fyri 20 árum síðani, og nú hava okkara ungu mest sum ein felags uppvøkstur við teimum ungu í London, Keypmannahavn, Berlin og Madrid.
Aftur her er tað ein styrki fyri okkum, at vit hava ein sterkan samleika og hava eitt heimstað, sum vit eru góð við og kunnu virka út frá. Tí verður ein framhaldandi avbjóðing hjá Klaksvíkar kommunu at skapa trivnað fyri fólk í øllum aldri, so vit hava eitt heim, vit eru góð við, og vita, hvar røturnar eru, og hvar tað altíð ber til at leita trygga havn. Ein hjálpandi hond í truplari støðu, eitt smíl á einum góðum degi, eitt eggjandi róp í mótbrekku, ella ein armur um herðarnar, tá ið sorgin nívir. Tað hava vit øll framhaldandi brúk fyri í okkara globaliseraðu tíð.

Duga at standa ímóti
tá ið harðast leikar á

Framtíðin bjóðar okkum av, og vit eru til reiðar at taka við avbjóðingunum. Fiskivinnan hevur sítt at hugsa um, handilsvinnan skal støðugt menna seg, vinnulívið skal ganga nýggjar leiðir, skúlin skal betrast, mentan og ítróttur fáa alt størri týdning, og vit skulu hvør í sínum lagi finna okkara gongdu leið.

Men er tað nakað, sum norðoyingar hava dugað, so er tað at standa ímóti, tá harðast leikar á, og at fóta sær í truplum tíðum. Tí skal eingin stúra fyri tí, sum er fyri framman.
Tað er ikki altíð, at tað ber til standa ímóti tíðini. Við hvørt verður tú noyddur at fylgja við, men tú skalt finna tína egnu leið.

Vit mugu ikki missa okkara samleika og okkara sannføring burtur, men vit skulu taka stigið fram í tíðina, taka við avbjóðingunum og njóta tíðina, sum vit fáa her á foldum.

"Fylgi tær byrurin
árini mong"
Eitt kvøld sum í kvøld kunnu vit loyva okkum at taka okkum av løttum, njóta hugnan millum vinir, og kanska leita eitt sindur aftur í tíðina – til farnar dagar. Gerandisdagurin verður lagdur til viks eina løtu, og vit kunnu taka okkum tíð til at hátíðarhalda ein slíkan dag, væl vitandi, at tað bíða nógvar stórar avbjóðingar eftir okkum, tá ið vit fara aftur til arbeiðis mánadagin.

Kære venner fra vores venskabsbyer!

Det er mig en stor glæde og ære at byde jer alle hjertelig velkomne til denne fødselsdagsmiddag i forbindelse med Klaksvik Kommunes 100 års højtidelighed.
Jeg håber, at I får en god aften, og at I kommer til føle jer hjemme blandt venner her i Klaksvik.

Góðu gestir!

Eg takki tykkum fyri, at tit tóku av innbjóðingini til hesa veitslu, og eg ynski tykkum øllum eitt gott kvøld og eina minniliga 100 ára veitslu.

At enda vil eg – á hesum 100 ára hátíðardegi Klaksvíkar Kommunu – ynskja allan framburð og signing Guds yvir fólk okkara, bygdir og bý okkara, við at lesa seinasta ørindið í sanginum "Kvøða til Klaksvíkar", sum Símun Absalonsen hevur yrkt:

Ferðast ein víða,
ei kámast í sinni,
Sóljuskrýtt Eiðið
á summarsins ong.
Borðoyavíksbrimið
frítt stendur í minni
Kjølurin nørdi um
fuglanna song
Klaksvíkar býur
komandi tíðir
Fylgi tær byrurin
árini mong.

Takk fyri