– Ikki bara sum heiti, men í roynd og veru er Føroya Sjómannadagur eitt tiltak fyri landið alt, segði Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík.
Vit prenta her røðuna, sum Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, helt leygarmorgunin, tá ið hann beyð gestunum vælkomnum til Føroya Sjómannadag 2008:
– – –
Góðu sjómannadagsgestir, góðu borgarar – føroyingar allir!
Fyri fjórðu ferð – fjórða árið á rað – kann høvuðsstaður Føroya bjóða øllum føroyingum til Føroya Sjómannadag.
Sostatt er greitt, at hesir árligu hátíðardagar fyri høvuðsvinnu okkara eru komnir fyri at vera, og tað fegnist eg um.
Vit eru ógvuliga fegin um, at Føroya Sjómannadagur – ikki bara sum heiti, men í roynd og veru – er eitt tiltak fyri landið alt.
Einki kann vera meira viðkomandi og sjálvsagt enn tað, at tey, sum búleikast og virka í fiskivinnuni, taka hesar dagar úr kalendaranum, leggja amboð og skyldur frá sær eina løtu, og taka sær av løttum saman við starvsfelagum sínum og fólki annars.
Klaksvík kennir hetta sum ein sannan heiður og eina gleði at bjóða tykkum øllum at vera hjartaliga vælkomin higar í fiskivinnu¬høvuðsstaðin til Føroya Sjómannadag.
Vónandi kunnu vit fáa nógvar góðar løtur saman, bæði til gamans og álvara.
Sum nakað serstakt í ár fella sjómannadagar¬nir í ávísan mun saman við, at Klaksvíkar Kommuna í ár hátíðarheldur, at 100 ár eru liðin, síðan kommunan gjørdist sjálvstøðug kommuna.
Uttan at blanda hesi sjálvstøðugu tiltøk saman vil eg sjálvandi eisini bjóða øllum føroyingum væl komnum til tey tiltøk, sum okkara lokala 100-ára hátíðarhald bjóðar.
– – –
Í ár hevur Føroya Sjómannadagur enn meira at bjóða upp á enn tey undanfarnu árini.
Enn einaferð hava fyrireikararnir, við dyggum stuðli frá fyritøkum og góðum fólki, við áræði og góðum hugflog gjørt eitt megnar arbeiði og sett saman eina áhugaverda og fjølbroytta skrá, sum bjóðar okkum eina góða samanset¬ing av upplivingum – tað veri seg kappingar, framsýningar og undirhald – í hesum sera væl egnaða umhvørvi her í Klaksvík.
Samstundis sum vit sjálvandi skulu menna aðrar vinnur – til frama fyri land og fólk – latið okkum tá ikki gloyma at verja og virða okkara sjóvinnu, sum er tann vinnan, ið er høvuðs lívsgrundarlag undir samfelag okkara.
Inniliga vón okkara er, at sjóvinnuni skal verða framhaldandi lív og menning lagað – ikki bara her á staðnum, men kring landið alt.
Júst hetta er ein partur av endamálinum við Føroya Sjómannadegi – frá ymiskum sjónarhornum at varpa ljós á høvuðsvinnu okkara og soleiðis at stuðla undir virðingina fyri og vitanina um sjóvinnu og sjófólk okkara.
Samstundis er hesin dagurin ein roynd at geva bæði sjófólki og øðrum ein hugnaligan dag, har sjómannasiðir seta dagsskránna.
Tær sluppir og tey seglskip, sum í dag vitja Føroya Sjómannadag, eru ímyndin av tí tíðini, tá menningin av fiskivinnuni her heima av álvara tók dik á seg.
Tí er tað ein serlig gleði, aftur í ár, at síggja hesi søguligu førini við bryggju her á Føroya Sjómannadegi.
Ein serstøk vælkomuheilsan og tøkk skal tí ljóða til tykkum umborð á seglskipunum.
Tit seta ein serliga hugnaligan dám á hetta sjómannadagin – hjartans tøkk fyri tað!
Meðan vit í dag fara at hugna okkum saman her á Føroya Sjómannadegi – latið okkum ikki gloyma, at samstundis sum sjóvinnan hevur skapt meginpartin av tí menning, sum samfelag okkara í dag kann njóta ágóðan av, so hevur sjógvurin kostað mongum sjómanni lívið og mangari familju mannin, pápan og forsyrgjaran.
Latið okkum virða og stuðla teimum monnum og kvinnum, sum framvegis í dag seta virðir og lív í váða í hesi fyri samfelag okkara so týðandi vinnu.
Ein stór og innilig tøkk skal at enda verða borin tykkum, ið skipa fyri Føroya Sjómannadegi – eitt fyri samfelag okkara so sera væl valt tiltak.
Hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar á Føroya Sjómannadag og somuleiðis hjartaliga vælkomin hátíðarhaldini og tiltøkini, sum eru á skránni í sambandi við 100-ára hátíðarhaldið hjá Klaksvíkar Kommunu!




