Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Borgarstjórin bjóðaði vælkomin til Føroya Sjómannadag

Myndir: Dávur Winther

Karl H. Johansen, borgarstjóri bjóðaði í morgun kl. 11.45 vælkomin til Føroya Sjómannadag.

Í røðu síni hugleiddi borgarstjórin m.a. um sjólív sítt, og at túrin við Pison – sum 16 ára gamal, tá leiðin lá yvir á Flemish kap. Hesa fyrstu upplivingin umborð á Pison, kundi hann saktans verið fyri uttan – og um hann kundi, hevði hann runnið avstað.

Røðan hjá Karl H. Johansen, borgarstjóra verður endurgivin niðanfyri:

Góðan morgun, øll somul og hjartaliga vælkomin til Sjómannadagin 2024.

Tað er bara ein vika síðan, at býurin var á tremur við gestum frá nær og fjar, og nú savnast vit aftur í túsundatali til mentan og hugnaliga samveru.

Sum borgarstjóri kann eg ikki annað enn gleðast um, at hugskot hjá einstaklingum kunnu menna seg til slíkar fólkaveitslur, sum Summarfestivalurin og Sjómannadagurin eru blivin til.

Hóast Summarfestivalurin og Sjómanndagurin eru tvey ógvuliga ymisk tiltøk, so hava tey tað til felags, at tey gera mun í nærumhvørvinum og eru við til at seta sjóneykuna á føroyska mentanararvin.

Uppá ein fólksligan hátt hevur Føroya Sjómannadagur megna at skapa ein áhuga fyri fiskivinnuni á sjógvi og á landi. Kanska serliga hjá teimum, sum ikki hava nakað beinleiðis samband við hesa vinnu í gerandisdegnum. Tí tað er ein sannroynd, at har sjólívið ikki er ein partur av familjulívinum, har er nemt at yppa øksl, tá ið tað verður tosað um stampar, línu, trol, kvotur og Barentshavið.

Tí er tað onki at ivast í, at ein slíkur dagur, har hetta verður tikið fram, sum nakað heilt natúrligt, er við til at halda lív í vinnuni, men avgjørt eisini við til at gera sjógvin og sjóvinnuna dámliga og spennandi.

Ein kundi verið freistaður at hugsa, at áhugin fyri einum slíkum tiltakið fellur, sum árini ganga. Men tvørturímóti!! Áhugin fyri hesum tiltakinum er bara vaksin, og á hvørjum ári er okkurt nýtt, sum sermerkir sjómannadagin. Eg kann t.d. nevna Línuskipið Helena, sum skuldi søkkjast hósdagin.

Orsaka av veðrinum, varð hetta í fyrstu atløgu útsett, men hetta er eisini eitt dømi um, at tað trýtur ikki við góðum hugskotum.

Eg havi sagt tað fyrr, men fyri meg er hendan heilsanin á Føroya Sjómannadegi nakað serligt, tí tað fær meg at hugsa um eina tíð, har alt var so nógv øðrvísi enn tað er í dag.

Eg var 16 ára gamal, tá eg fór yvir á Flemish kap. Eg má siga, at hendan fyrsta upplivingin umborð á Pison saktans kundi fingið meg at runnið avstað.

Minnist eisini, at eg var við Fjalshamar, har eg lærdi nógv – Hetta sama skip, sum nú eitur Hvítiklettur, hava sjómannadagsmenninir tikið stig til at søkkja sunnarlaga á Borðoyarvík – froskmonnum at frama.

Hóast hetta var ein baldrut uppliving, so er onki at ivast í, at teir mans, sum vóru rundan um okkum unglingar, hava givið okkum eina góða barlast.

At vit hava havt undangongumenn, sum hava tikið ungar mans undir veingirnar, kann ikki gerast upp í virði. Eg kann í øllum førum siga, at eg fekk upplivingar, sum alt lívið hava staðið ómetaliga fastar í minninum. Og tað eru júst hesar upplivingarnar, sum eru við til at varðveita mín áhuga fyri fiskivinnuni á sjógvi og á landi. Men at eg kann koma oman her saman við mínum abbabørnum, og geva teimum innlit í nakað av tí, sum hevur myndað mína fortíð, tað er ómetaliga stuttligt og ikki minst virðismikið.

Til seinast fari eg at takka tykkum, fyriskiparum, fyri at tit enn einaferð hava megna at skapa hetta fantastiska tiltak, sum heilt sikkurt styrkir tilknýtið til sjóvinnuna.

Hjartans takk fyri, at tit leggja so nógva tíð og orku í at skapa eitt tiltak fyri øll, sum enntá er púra ókeypis fyri okkum, sum vitja.

Eisini ein hjartans tøkk til vinnulívið og øll tykkum sjálvbodnu, sum stuðla tiltakinum. Enn einaferð vísa tit stóra vælvild, sum er til gagns fyri okkara bý, ja alt Føroya land.

Góðu tit øll, fyriskiparar, stuðlar, gestir, sjómenn og landkrabbar.

Hjartaliga vælkomin til Føroya sjómannadag í Klaksvík!

Takk fyri.