Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgarstjórin bjóðar fiskimálaráðnum til Klaksvíkar

John William Joensen

Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur at eingin ivi er um at Fiskimálaráði eigur at liggja i Klaksvík

Í Dimmalætting leygardagin sigur Steinbjørn at eitt nú liggur norska fiskimálaráði í Bergen og ikki í Oslo.
Við Norðlýsið sigur borgarstjórin at nú tosað verður um at byggja nýggjan bygning til Fiskimálaráði er gylt høvið at flyta ráðið til Klaksvíkar.
– Klaksvíkin er størsti fiskivinnubýur í Føroyum.
– Samgongan hevur eisini tosað um at desentralisera, og eg haldi at Fiskimálaráðið náttúrliga hoyrur heima í Klaksvík.
Borgarstjórin vísir á Gerðabø sum er avlagt til skrivstovubygningar og liggur beint við Norðoyatunnilin.
– Vit kundu eisini funnið innivist til Fiskimálaráði í býnum um tað skal verða, men eg trúgvi at um ætlanin er at byggja nýggjan bygning er Gerðabøur rætta staði 

Harleywoodpaint