Leygarkvøldið var gullveitsla í nýggju KÍ-Cafeini í KÍ høllini og fagnaðurin var sera stórur
Ein av røðarunum var borgarstjórin Steinbjørn Jacobsen sum fegnaðist um ein heilt serligan ítróttarvetur í Klaksvík.
-Tað er eingin ivi um at tað hevur eina sera positiva ávirkan á býin at vit klára okkum so væl í ítrótti. Samleikin hjá Klaksvíkingum verður styrktur, segði borgarstjórin m.a.
Borgarstjórin segði seg serliga frøðast um spæli hjá Stjørnuni.
– Vakurt er at síggja skjóta kontraspæli og eisini at uppliva tann stóra skæra av viðhaldsfólkum sum fylgja Stjørnuni.
Cafe KÍ
Borgarstjórin var sera fegin um at síggja tað arbeiði sum lagt hevur verið í at gera karmarnar í høllini nøktandi.
– Tað er at fegnast um at KÍ ikki einans hugsar um tað sum fer fram á leikvøllinum men eisini hugsar um at gera karmarnar hjá felagnum í høllini. Vónandi fáa vit eina nýggja høll um ikki so langa tíð.
Borgarstjórin helt at vit eiga at hugsað um alt tað arbeiði sum verður gjørt sjálvboðið í feløgunum og at hesi fólk vóru við til at stuðla undir trivnaðin í kommununi.




