Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgarstjórin fingið gávu frá “Gloym meg ei”

Tekst & Myndir: Dávur Winther

Borgarstjórin, Jógvan Skorheim varð í gjár boðin at koma á lítla samkomu á Norðoya Røktarheimi at fáa eitt KÍ-teppi.

Við innivist hjá sambýlinum, Gøtubrá í Norðragøtu, hevur tiltakið “Gloym meg ei” 70 brúkarar úr Norðoyggjum og Eysturoy, har tað eru 9 starvsfólk. Her kunnu brúkarar, sum hava sosialar og/ella sálarligar avbjóðingar, millum annað hittast til ymiskt handaligt arbeiði, samrøður, sosiala samveru og tílíkt.

Í gjár vóru tey í uppihaldsstovuni í Niðristovu á Norðoya Røktarheimi, har tey høvdu útsølu av ymiskum prýðislutum, tey høvdu gjørt.

Borgarstjórin, Jógvan Skorheim varð boðin at koma framvið, tí tey høvdu eina gávu til hansara. Tað vísti seg at vera eitt KÍ-teppi, sum tey høvdu gjørt.

Teppið kann m.a. verða brúkt til at halda knøini og beinini heit undir dystum, situr tú í skýlinum. Eitt frálíka snotiligt teppi við bjørtu, blá-hvítu KÍ-litunum og einum búmerki hjá KÍ seymað á.

Borgarstjórin fekk gávuna handaða frá Heidi Andreasen, og segði eisini Snorri Brend, stuðul, nøkur orð um virksemið hjá “Gloym meg ei”.

Fleiri av starvsfólkunum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Norðoya Røktarheimi komu framvið og nýtt høvið at keypa sær eitt tinganest heim við.

Frá “Gloym meg ei” verður sagt, at tey, ið eru áhugaði at ogna sær hesi serstøku KÍ-teppini, sum fáast fyri ein rímiligan kostnað, kunnu venda sær til Heidi I. Tvørfoss á tlf. 297373.

Harleyfacadeacryl