Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgarstjórin heilsar Fríðu vælkomnari

Dávur Winther

Á lítlari samkomu í kvøld í nýggju og snotisligu matstovuni, Fríða….

Á lítlari samkomu í kvøld í nýggju og snotisligu matstovuni, Fríða – ein nýggj annarleiðis kafé á Nólsoyar Páls gøtu í Klaksvík, handaði borgarstjórin, Jógvan Skorheim eigaranum, Mimmy Vágsheyg eitt blómutyssi við ynski um góða eydnu og at henda serliga kaféin mátti verða langt lív lagað.

Mimmy hevur saman við systrini Joan Baldvinson og nógvum góðum hjálpandi hondum – teirra millum Archibald Black, sum hevur hjálp til við sniðgeving og konesepti, fingið eitt sera snotiligt og spennandi høli við eini ikki minni áhugaverdari matskrá upp at standi.

Kanska er tað serliga tey mongu kaffi- og tesløgini, saman við fjølbroyttu matskránni, sum ger eina gastronomiska ferð í Friðu serliga áhugeverda.

Navnið Fríða hevur sínar røtur í Royndini Fríðu. Eisini er ætlanin, at søgan um Nólsoyar Páll, hvørs heim og neyst lá í grannalagnum, skal verða søgd her á so ymiskan hátt.

Fríða letur upp í morginárini kl. 10, og ber tá til at síggja og royna hetta snotiliga hølið, sum er nýbygt og innrættað til endamálið.