sigur Bjørn á Heygum, advokatur, sum ikki heldur at Phønix málið eigur at fáa politiskar fylgir fyri borgarstjóran
– Um borgarstjórin í Klaksvík varð skuldsettur fyri okkurt kriminelt so sum sjálvur at hava stolið úr kommunukassanum so hevði støðan verið ein onnur tí tá hevði ivi verið sáddur um moralin hjá borgarstjóranum og tá kundi hann ikki verið sitandi.
– Eg haldi at spurnartekin kann setast við um nógv umtalaða Phønix málið er so grelt at tað er neyðugt hjá borgastjóranum at søkja um farloyvi, tí eg meti ikki at løgfrøðiliga niðurstøðan hjá løgmanni er persónliga belastandi fyri álitið á borgarstjóran.
– Hann hevur uttan iva handlað í góðari trúgv og als ikki fyri á nakran hátt at fáa persónligan vinning burtur úr.
– Eg vil fara so langt sum at kallað málið fyri hendiligt, tí hann hevur handlað eftir tí ráðgeving sum hann hevur fingið.




