Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgarstjórin í Havn uppí trætuna millum FSF og HB

John William Joensen

Í brævið frá forsetanum í ÍSF, sum eisini er borgarstjóri í Havn, átalar ÍSF-forsetin tað viðferð, sum HB hevur fingið frá FSF

Brævið frá Heðin Mortensen, sum bæði er borgarstjóri í Havn og ÍSF-forseti, kann lesast á heimasíðuni hjá ÍSF.

– Ítróttasamband Føroya átalar viðferðina, sum eitt av limafeløgum sambandsins, Havnar Bóltfelag, hevur fingið, meðan málið um leikaraloyvið hjá Páll M. Joensen er lagt fyri Ítróttadómstólin.
– Sum gongdin hevur verið seinastu dagarnar, sær út til, at ein einvís herferð móti einum limafelagi í ÍSF er farin gongd. Stórt trýst verður lagt á Havnar Bóltfelag, samstundis sum málið er lagt fyri Ítróttadómstólin.
– Ítróttasamband Føroya metir, at rætturin skal hava loyvi at tala. Friður eigur valda á økinum, meðan Ítróttadómstolurin arbeiðir. Dómstólurin kemur væntandi við síni niðurstøðu 10. juli.
– Fyri at gera eina seinastu roynd at finna eina loysn á hesi sera óhepnu støðu, sum eitt av limafeløgum ítróttasambandsins er komið í, boðar Ítróttasamband Føroya hervið Fótbóltssambandi Føroya og Havnar Bóltfelag til fund.

Fundurin er ásettur at vera í morgin týsdagin 4. juli kl. 10.00 í ÍSF-húsinum.

Brævið er undirskrivað av Heðin Mortensen, forseta ÌSF’s.

——-

So kann ein hóskandi spyrja hví ÍSF forsetin ikki lat hoyra frá sær tá KÍ var tveitt út úr steypakappingini í fjør.
Men kanska er tað borgarstjórin í Havn, sum førir pennin.

John William Joensen