Stýrið í KSF samtykti fríggjadagin, at Heðin Mortensen heldur fram sum formaður í 2009 og 2010, og samstundis er avtalað, at KSF fer at velja Gunvá við Keldu sum formann fyri 2011 og 2012.
Kommunusamskipan Føroya (KSF) boðar frá, at nú nýggj kommunustýri hava tikið við eftir kommunuvalið, er eisini nýtt stýri tilnevnt í KSF. Tað eru borgarstjórarnir í teimum sjey limakommununum, sum manna stýrið.
Á fyrsta stýrisfundinum í ár tóku tveir nýggir stýrislimir sæti. Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, og Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.
Hinir limirnir eru Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, Sigurð S. Simonsen, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vágs kommunu, og Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri í Sands kommunu.
Á fundinum í dag valdi stýrið einmælt Heðin Mortensen til formann og Gunvá við Keldu til næstformann. Heðin Mortensen hevur verið formaður í Kommunusamskipanini síðan 1. juli 2006.
Formaðurin í KSF er valdur fyri 2 ár í senn, og víðari boðar KSF frá, at stýrið samtykti í tí sambandi einmælt, at Gunvá við Keldu tekur við formanstarvinum ársskiftið 2011.
Harvið verður Gunvá við Keldu fyrsta kvinnan, sum tekur við formanssessinum í Kommunusamskipan Føroya.
Teir, sum frammanundan hava verið formenn í KSF, eru Jákup Lamhauge úr Runavíkar Kommunu, Jógvan Krosslá úr Vágs Kommunu, Rodmundur Nielsen úr Runavíkar Kommunu og Heðin Mortensen úr Tórshavnar Kommunu.
Limakommunurnar í KSF umboða umleið 70% av Føroya fólki.




