Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgarstjórin rópar varskó

John William Joensen

– Eg vil fara so langt sum at siga, at sitandi landsstýrið er ein hóttan ímóti Klaksvíkini. Eg veit, at hetta er ikki einasta málið, sum landsstýrið hevur í stoypiskoyðini, har vit missa vunnin rættindi og tað ætla vit í býráðnum ikki at lata fara aftur við borðinum.

Sitandi landsstýrið ein hóttan ímóti Klaksvíkini
Hetta heldur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri nú ætlanir eru frammi um eisini at sentralisera Toll- og Skatt út í Eysturoynna.

Tað mundi koma mongum dátt við, tá tíðindaskrivið frá Bárði Nielsen, fíggjarmálaráðharra varð kunngjørt og sagt var frá, at Toll- og Skatt í Klaksvík skuldi flytast til Gøtu.
Hetta má sigast vera ein margháttlig avgerð í hesum peningaliga trongu tíðum. Landið eigur ongi hølir í Gøtu og so vítt okkum kunnugt, so heldur Toll og Skatt til í leigaðum hølum í Runavík, samstundis sum Landsstýrið eigur tveir bygningar í Klaksvík, sum ídag báðir millum annað hýsa aktivitetum hjá Toll og Skatt.
Tað kom eisini fram í tingviðgerð, har fíggjarmálaráðharrin greiddi frá, at higartil hevði landskassin brúkt umleið 11 milliónir krónur uppá bygningarnar í Klaksvík.
Afturat hesum kemur so, at í Klaksvík búgva umleið 5000 fólk , sum hava Toll og Skatt í nærumhvørvinum sum er. Um so er at skrivstovan verður flutt til Gøtu, ja, so eru tað bert Gøtufólk, ið hava Toll og Skatt í nærumhvørvinum ímeðan øll hini kanska 8000 fólkini, ið búgva í Eysturoynni alíkavæl hava langt at fara á Toll- og Skattstovuna har at avgreiða síni viðurskifti, samstundis sum tey av teim 6000 sum búgva í Norðoyggjum, sum hava brúk fyri at vitjað Toll og Skatt, eisini skulu langan veg.

Borgarstjórin rópar varskó
Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík var ikki blíður, tá vit tosaðu við hann um málið: Eg vil fara so langt sum at siga, at sitandi landsstýrið er ein hóttan ímóti Klaksvíkini. Eg veit, at hetta er ikki einasta málið, sum landsstýrið hevur í stoypiskoyðini, har vit missa vunnin rættindi og tað ætla vit í býráðnum ikki at lata fara aftur við borðinum.
Eg fari beinanvegin at kalla tingmenn og landsstýrismenn inn til fundar, har eg ætli mær at gera støðu okkara greiða, tí eg meti at tað at landsstýrið nú tosar um at flyta Toll og Skatt til Gøtu, bert er undanførðsla fyri seinni at flyta alt til Havnar og tað fara vit ikki at standa modell til, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri at enda.

Spurningur um politiskt bakland
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur sent tíðindaskriv út um málið viðvíkjandi Toll og Skatt og harí stendur, at skrivastovan í Klaksvík skal flytast til Gøtu. Eisini skilir Norðlýsið, at landsstýrismaðurin ídag (mikudagin) hevur havt ein kunnandi fund við starvsfólkini á Toll og Skatt.
Men tað er helst ein stórur spurningur, um Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri hevur politiska uppbakking fyri at flyta tollstovuna her.
Norðlýsið hevur verið í samband við partar av politiska baklandinum hjá Barði og sum vit skilja, so er ein ávís ónøgd við, at landsstýrismaðurin hevur lagt málið fram í verandi líki. Men hetta fara vit at frætta meira um seinni, tí enn er valla seinasta orðið sagt í hesum málinum.