Í einum av niðurstøðunum hjá løgmansskrivstovuni verður sligið fæst: "…Sostatt er peningurin ikki fyrisitin, sum hann skal eftir § 42 stk. 2 í kommunustýrislógini, og Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri hevur tí hin 23. mai 2002 og 25. juli 2003 sett til viks § 42 stk. 2 í kommunustýrislógini….."
Í einum av niðurstøðunum hjá Løgmanskrivstovuni verður sligið fast at Klaksvíkar Kommuna hevði ikki lógar heimmild at seta pening í Phoenix Kapitaldienst.
Brot úr frágreiðing frá løgmansskrivstovuni:
Samanburð millum hending og lóggávu
Um ítøkiliga málið er at siga, at einki er at ivast í, at tær 160.000 og 840.000 krónurnar eru peningaognir í lógarinnar merking. Peningurin hevur í báðum førum staðið á peningastovnskonti og verður fluttur til Phoenix Kapitaldienst Gmbh. Phoenix Kapitaldienst Gmbh er ikki ein peningastovnur, ein postgiro ella stovnur, sum lógliga umsitir lánsbrøv, ið nýtt verða, tá ið um ognir hjá ómyndingum ræður. At bæði danska og týska felagið eru undir eftirliti av ávikavist danska og týska fíggjareftirlitinum hevur ikki týdning í mun til tulkingina um, hvørt innskotini eru gjørd samsvarandi reglunum í kommunustýrislógini.
Sostatt er peningurin ikki fyrisitin, sum hann skal eftir § 42 stk. 2 í kommunustýrislógini, og Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri hevur tí hin 23. mai 2002 og 25. juli 2003 sett til viks § 42 stk. 2 í kommunustýrislógini.
LES MEIRA SEINRI




