Á middegi hósdagin 18. desember 2014 var hátíðarløta í skúlagarðinum í Skúlanum á Ziskatrøð, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri, setti hol á byggingina av nýggja, samanlagda skúlanum í Klaksvík.
Á middegi hósdagin 18. desember 2014 var hátíðarløta í skúlagarðinum í Skúlanum á Ziskatrøð, har Jógvan Skorheim, borgarstjóri, setti hol á byggingina av nýggja, samanlagda skúlanum í Klaksvík.
Fitt av næmingum, lærarum og øðrum fólki vóru møtt til hátíðarløtuna, har skráin fevndi um sangframførslur frá næmingum úr Skúlanum við Ósánna, Skúlanum á Ziskatrøð og Frítíðarskúlanum Snjallu Bjallu.
Eisini fluttu Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini Børn og Ung, fram røður, áðrenn farið varð niðan um skúlan, har borgarstjórin settist aftan fyri knøttarnar í einari gravkúgv og setti hol á byggingina, sum nú byrjar.
Til seinast varð bjóðað til gløgg og eplaskivur í einari av fimleikarhøllunum, har eisini børnini eisini fingu bjóðað bomm og sunkist.
Skúlin hægstu raðfesting
Í røðu sínari førdi Jógvan Skorheim, borgarstjóri, fram, at endiliga var dagurin upprunnin, har tann fyrsti spakin kann setast í byggingina av nýggjum skúla her í Klaksvík.
– Líka síðan seinasta býráðsval hava vit arbeitt miðvíst við hesum málinum.
– Vit hava sjálvandi arbeitt við nógvum øðrum, stórum málum, sum eisini hava sera stóran týdning, men eg haldi, at eg kann siga, at hetta málið er tað, sum hevur fingið allarhægstu raðfesting hjá býráðnum.
180 ár síðan fyrstu skúlabygging í Klaksvík
– Tí er hetta ein stór – og eisini ein søgulig – løta, tí tað er nokkso langt ímillum, at vit byggja skúlar her í Klaksvík.
– Tað eru umleið 180 ár síðan, at tann fyrsti barnaskúlin varð bygdur í Klaksvík. Tað var í 1833, og hann var uppi í Gerðum, og skúlin varð kallaður “Skúlin í Gerðum”.
*Í 1876 varð nýggjur skúli bygdur tætt við har, sum KFUM og K er nú.
*Í 1894 varð Gamli Skúli (har Musikkskúlin er í dag) tikin í brúk.
*Í 1924 varð tann fyrsti parturin av Skúlanum á Ziskatrøð, tikin í nýtslu.
*Í 1936 varð hesin skúlin útbygdur.
*Í 1939 varð hendan gamla fimleikarahøllin bygd her.
*Í 1961 varð bygd saman millum fimleikarahøllina og Skúlan á Ziskatrøð, soleiðis at bygningurin kom at síggja á leið soleiðis út, sum hann sær út í dag.
*Í 1972 varð skúlin aftur útbygdur, m.a. við tveimum fimleikahallum.
*Í 1973 varð nýggjur skúli bygdur við Ósánna.
*Í 1979 varð Ósáskúlin útbygdur – og tá blivu tað til tveir skúlar í Klaksvík.
*Í 2010 kom nýggi Ósáskúlin.
– Tað vil siga, at tað í dag eru 42 ár síðan, at Skúlin á Ziskatrøð seinast varð útbygdur, og 35 ár síðan, at tað blivu tveir fólkaskúlar í Klaksvík.
So hetta er veruliga ein søgulig løta, nú vit í dag – í endanum av 2014 – kunnu seta tann fyrsta spakan í ein nýggjan, stóran og samanlagdan skúla, staðfesti Jógvan Skorheim, borgarstjóri.
Úrslitið av drúgvum arbeiði
– Bæði sum borgari og sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu er tað mær ein stór gleði at uppliva hetta saman við tykkum øllum.
– Her hugsi eg um næmingar, foreldur, lærarar, skúlastjórar, tykkum, sum hava ábyrgd og fremja hesa verkætlan, og annars øllum borgarunum her í kommununi.
– Um nakrar dagar verða tvey ár síðan, at núsitandi býráð tók við, og eg tók við sum borgarstjóri, og satt at siga hava vit síðani arbeitt mest sum alla tíðina við hesum málinum, so tað liggur nógv arbeiði aftanfyri, sum ger, at vit nú í dag kunnu seta fyrsta spakan í.
– Eg vil takka øllum, sum hava luttikið í hesum drúgva – og til tíðir strævna – arbeiði. Fyrst var tað bygnaðurin, har umleið hálvtannað hundrað fólk vórðu hoyrd, áðrenn býráðið tók avgerð um, at vit skulu hava ein skúla í Klaksvík, sum Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, síðan góðkendi.
– Síðan byrjaði byggibólkurin, sum hevur fyrireikað hesa byggingina av einum, samanløgdum skúla.
– Eg vil takka bygnaðarbólkinum, byggibólkinum, skúlaleiðslunum, skúlastýrunum, lærarunum, næmingum, býráðspolitikarum, umsitingarfólkum og foreldrum og borgarum, sum hava luttikið og givið sítt ískoyti til hetta týdningarmikla arbeiði.
– Sjálvandi hava øll ikki verið samd um alt, men tað týdningarmikla er, at fólk hava kunna luttikið í hesari demokratisku tilgongdini, segði borgarstjórin.
Grundarlag fyri størri fjølbroytni
Hetta er fyrsta stig ímóti ein nýggjan framtíðar skúla í Klaksvík, sum eftir mínari meting verður eitt tað besta skúlaumhvørvið í landinum.
Í tí byggistiginum, sum nú byrjar, verða millum annað: *felagshøll fyri allan skúlan við amfi og framførslupalli – til eitt nú tónleik- og leiklist, *skúlakøkur, *matarsalur, *bókasavn, *22 skúlastovur koma aftrat, *serskúli, *osfr.
– Alt verður bygt saman í eina eind, soleiðis at vit kunnu skapa grundarlag fyri størri fjølbroytni og fleiri valmøguleikum í undirvísingini.
– Í dag verður fyrsti spakin settur í arbeiðið at nýgera skúlagarðin, og næsta summar byrjar sjálv skúlabyggingin. 1. byggistig stendur klárt at taka í nýtslu eftir summarfrítíðina 2018 – ein bygging, sum er kostnaðarmett til góðar 106 mió. kr.
– Okkara uppgáva sum býráðspolitikarar er at skapa karmar fyri menning av skúlaumhvørvinum her í Klaksvík, og tað er mín vón, at henda bygging verður karmur um tann besta fólkaskúlan í landinum, segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, at enda í røðu sínari.




