– Tað er ein harður og krevjandi dystur at varðveita útoyggjarnar, segði Gunvá við Keldu m.a. í røðu síni
Setanarrøða, Útoyggjastevnan 2009 – í Mikladali og á Trøllanesi
Gunvá við Keldu, borgarstjóri, leygardagin 20. juni 2009 kl. 1330
Góðu oyggjabúgvar, norðoyingar og gestir, ja føroyingar allir. Hjartaliga vælkomin í Kalsoynna í dag.
Í sera vøkru yrkingini „Mylluáin“, sigur kendi yrkjarin og listamaðurin Hans J. Glerfoss, sum er ættaður hiðani úr Mikladali soleiðis í tveimum teimum fyrstu ørindunum:
Dregur stilt við strendur
summaraldan blíð –
hvílast troyttar hendur –
lokið dagsins stríð.
Summarlýðkan brosar
blítt um Mikladal –
Mylluáin tosar
still um barnaspæl.
Vit standa í dag á einum av søguríku plássunum her á landi, her yrkjarin fekk íblástur til fleiri av sínum yrkingum.
– – –
Mikladalur og Trøllanes, sum í ár eru vertir fyri Útoyggjastevnuni, hava nógv søguligt, mentanarligt og áhugavert at bjóða, bæði okkum føroyingum og teimum, sum vitja.
Mikladalur er fyrndargomul bygd, hvussu gomul vita vit ikki nágreiniliga, men eini 6-700 ár hava fólk í øllum føri búð her.
Nær fyrstu menn settu búgv her, veit eingin við vissu, men í tíðarskeiðinum 13-1400 vita vit, at fólk búðu í Mikladali. Í Hundabrævinum, sum er skrivað í árinum 1350, eru í Kalsoynni um hetta mundi 2 hundar, annar í Mikladali, og hin á Húsum.
Trøllanes veit man ikki við vissu hvussu gomul bygdin er, men hon verður nevnd í jarðarbókunum í 1584.
Tá eru tveir garðar í bygdini við ymiskum familjunøvnum.
Bygdin kann væl vera 100 ár eldri enn tað – kanska meira, so tað er væl hugsandi, at Trøllanes er 5-600 ára gomul.
– – –
Nógv áhugavert og søguligt er at finna í hesum umhvørvi.
Her undir liðini á okkum stendur „Innistova“, sum í dag er felagshús hjá Mikladals Sóknar Fráhaldsfelag. Innistova er eitt tað søguríkasta húsið her í bygdini. Har hevur m.a. Páll Fangi sín uppruna.
Eisini er vert at nevna søgnina um Kópakonuna. Sambært søgnini var tað bóndin á Sunnanagarði, sum her á staðnum goymdi hamin fyri Kópakonuni.
Báðar bygdir eru kendar fyri sínar mongu handverkarar og listafólk.
Síðstu 200 árini hevur smiðja verið á Trøllanesi. Smiðjan, sum stendur beint oman fyri húsini hjá Jógvani á Nesi, varð endurnýggjað í 1870-unum við tilfari úr norsku skonnartini, “Primus”, sum rak mannleys inn á Árnafjørð, fullfermd við timbri.
Á Trøllanesi er enn í dag ein áhugaverd smiðja.
Tíðliga í tíðini framleiddu smiðjurnar í Mikladali og á Trøllanesi til føroyska heimamarknaðin. Eitt nú vórðu líggjarnir, sum Mikladalur útflutti kring alt landið, nevndir Mikladalslíggjarnir.
Tað er ikki av ongum, at so nógv kend listafólk, sum hava ríka Føroya land eru komin júst frá hesum bygdum. Eins og vit vita at mong listarverk hiðani eru at finna í fremmandum londum.
– – –
At tað júst í ár eru 10 ár síðan fyrstu útoyggjastevnuna sum var úti á Kirkju, har lyfti vórðu givin, leggur upp til rannsakan og umhugsni, og sum eg skilji fer hetta eisini at seta dám á útoyggjastevnuna í ár.
Útoyggjarnar í Føroyum eru í dag hesar: Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hestur, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun.
Gongdin í fólkatalinum á útoyggjum hesi 10 árini hevur týðiliga gingið skeiva vegin – tíverri.
Hóast gongdin í hvørjari einstakari bygd og oyggj er ymisk, so er samanlagt talan um eina greiða minking við einum fjórðingi.
1. januar 1999 var íbúgvaratalið á útoyggjunum umleið 400, og við ársskiftið í ár var hetta talið komið næstan niður á 300!
– – –
Í sambandi við lyftini sum vórðu givin á fyrstu útoyggjastevnuni í 1999, er hugstoytt at hyggja afturá hvussu lítið er gjørt, at halda hesi lyfti, hetta er próvført við skeivu gongdini. At menna útoyggjarnar og at geva oyggjunum ans er júst høvuðsendamálið við Útoyggjafelagnum. Hetta felag hevur gjørt eitt megnararbeiðið hesi árini og varpa ljós á trupulleikan.
Á heimasíðu felagsins stendur, at felagið hevur sum endamál at menna útoyggjarnar, og hevur felagið í hesum sambandi m.a. sett sær fyri, at fáa nakrar verkætlanir á dagsskrá.
Umboðsráðið er hægsti myndugleiki felagsins millum aðalfundirnar, og er mannað av einum umboði úr hvørjari bygd/oyggj. Umboðsráðið setur út í kortið og leggur tær stóru linjurnar fyri felagið við støði í tí, sum fólkið í hvørjari einstakari oyggj ynskir. Tað eru bygdadeildirnar hjá
Útoyggjafelagnum, ið velja hvør sítt umboð í umboðsráðið. Fyri at gerast limur í umboðsráðnum er neyðugt at vera fastbúgvandi á útoyggj.
Umboðsráðið 2008 – 2009 er mannað við fylgjandi fólkum hiðani úr bygdunum, sum eru vertir til hesa stevnu: Eyðun Eliasen, Trøllanes, og Magnus Eliasen, Mikladalur.
Sum borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, sum hesar báðar bygdir eru partur av, vil eg bera eina tøkk til fyrireikararnar og til tykkum øll, sum hava luttikið í fyrireikingunum – ein serlig tøkk til fyrireikingarnevndina – manna av Eyðun Eliasen og Signhild Joensen av Trøllanesi og Ragnu Glerfoss úr Mikladali – sum saman við øðrum hjálparfólkum hevur lagt stóra orku í hetta arbeiðið. Her vil eg leggja afturat, at íbúgvarnir í Klaksvíkar Kommunu eru meira enn fegnir um, og ernir av, at hava fingið tvey slík vøkur mentanarpláss afturat sær.
– – –
Tað er tíverri ikki nakað nýtt, at afturgongd hevur verið á útoyggjunum. Sentraliseringin ella miðsavningin, hevur í nógv ár sett dagsskránna, bæði her á landi og yvirhøvur kring heimin.
Nú hendan útoyggjastevnan verður sett her í Mikladali, er tað hóskandi at sitera ein av lokalu monnunum her á staðnum.
Í 1978 skrivar Líggjas Eliasen, sáli, um hesi viðurskifti í einum av sínum ritum, sum Jákup Marnar Anthoniussen í løtuni arbeiðir við at savna í bók. Sostatt eru góð 30 ár síðan, at Líggjas skrivar soleiðis:
“Í hesum døgum sita tingmenn og gera nýggja fíggjarlóg fyri 1978/79. Væl hevði verið, um sitandi landstýrið nú av álvara sýndi at teirra miðvísi bygdarmenningarpolitikkur eisini røkk út á óhøgligu smáplássini.“
Síðan hesi orð vórðu søgd, er støðan hjá útoyggjunum tíverri versnað, og tey eru tí enn meira viðkomandi í dag enn nakrantíð fyrr.
Útoyggjarnar, sum í dag eru uttasti útjaðarin í Føroyum, eru við til at tryggja eitt ávíst margfaldni, ið Føroyar sum tjóð hava brúk fyri. Søgan prógvar, at framburður lands og fólks okkara í stóran mun verður skaptur kring landið, har vinna, mentan og myndugleikar taka lógvatak um eitt samansjóðað avrik, sum gevur gylt, bæði til lokaløkið, men sanniliga eisini til landið alt.
Men tað er ein harður og krevjandi dystur at varðveita útoyggjarnar, tí tann máttmikla miðsavningin sýgur støðugt mergin út økjunum kring landið og flytir stovnar, tænastur og vinnuvirksemi alt longur inn móti miðjuni.
Tí er – eisini á Føroya Løgtingi – framhaldandi stórur tørvur á einum virknum og miðvísum landspolitikki til frama fyri allar landspartar Føroya – til frama fyri alla tjóð og fólk okkara.
Missa vit útoyggjarnar, so merkir tað ikki, at vit ongan útjaðara fara at hava. Nei, tað merkir einans, at útjaðarin flytir longur inn í land okkara, sum harvið minkar og verður fátækari.
Vónandi kann henda útoyggjastevna verða við til at varpa ljós á tey viðurskifti, har setast má inn, og tey átøk, sum krevja at verða sett í verk.
– – –
Til seinast vil eg minna okkum øll á, at vit fáa øll eina avmarkaða tíð, har vit kunnu geva okkara íkast til at skapa trivnað, menning og framburð á teimum støðum, har okkum unnist at búleikast.
Tykkara partur á útoyggjunum, at ríka landið hevur ongantíð ligið eftir. Nú eiga aðrir partar at gera sítt.
Við hesum verður Útoyggjastevnan 2009 sett.
Takk fyri.




