Borgarstjórin skjeyt fyrsta skotið fyri nýggjum ídnaðarøki á Borðoyarvík í morgun.
Býráðið hevur arbeitt við útstykking av nýggjum vinnuøki við Borðoyarvík í eina tíð. Hetta eisini í samband við at partur av gróttøkuni verður flutt frá Strond niðan á Borðoyarvík.
Tí ber til at útstykkja nýggj vinnuøkiNorðuri á Strond– o.u. 40.000 m2. Í nøkur ár hevur kommunan ikki havt nøktandi útboð av vinnuøki tøk til vinnuna. Men nú er ein loysn í eygsjón á hesum trupulleika, sigur borgarstjórin.
Eisini leggja vit okkum eftir at nýggja vinnuøkið við Borðoyarvík ikki er til bága ella skemmir náttúruna, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri. Hetta økið skal verða eitt vakurt øki, sum fellur væl innílandslagið. Við síni staðseting beint við Norðoyatunnilin, verður tað mett heppið og sera innbjóðandi hjá vinnuni at seta seg niður her.
Tað er vinnulívið sum útvegar samfelagnum inntøkur og tí er hetta økið raðfest sera høgt, sigur Jógvan Skorheim, sum í dag skjeyt fyrsta skotið til eitt vinnuøki, sum verður um 15.000 m2.




