Hugnaligt var at upplivað hvussu nógv fólk gjørdu burtur úr at pynta seg til at møta teimum kongaligu, og borgarstjórin stóð ikki aftanfyri nakran í tygn
Alla staðir har tey kongaligu komu, høvdu fólk pynta seg.
Eisini almennu umboðini vóru í galla ella tjóðarbúnanum.
Borgarstjórin í Klaksvík var í borgarstjóra ketuni, sum hann eisini klæddi sera væl.
At umboða býin er ein týðandi partur av starvinum sum borgarstjóri, og í samband við kongaligu vitjanina vísti borgarstjórin seg eisini at duga henda leiklutin væl.
Hann var smílandi og prátingarsamur, og tað sást tíðuliga at hann er stoltur sum pávin at umboða Klaksvíkina, – og tað skal ein borgarstjóri eisini vera.




