Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgarstjórin takkar Strandferðsluni

Nordlysid

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, sendi mánamorgunin Strandfaraskipum Landsins eina hjartans tøkk fyri ta flottu tænastu tey veittu norðingum, við at Smyril flutti umleið 1000 KÍ-viðhaldsfólk til og frá finaluni um løgmanssteypið leygardagin.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri íKlaksvíkar kommunu, sendi mánamorgunin Strandfaraskipum Landsins eina hjartanstøkk fyri ta flottu tænastu tey veittu norðingum, við at Smyril flutti umleið 1000KÍ-viðhaldsfólk til og frá finaluni um løgmanssteypið leygardagin.

 

– Vegna Klaksvíkar kommunu og allar teir umleið 1000 norðingarnar, sumfingu høvið at ferðast við Smyrli til og frá finaluni um løgmanssteypiðleygardagin, vil eg við hesum bera tykkum á Strandfaraskipum Landsins einahjartans tøkk og tey bestu lukkuynski.

 

Soleiðis byrjar Jógvan Skorheim, borgarstjóri, takkarskriv sítt tilStrandfaraskip Landsins, sum er stílað til Hilmar Eliasen, stjóra, og JensPetur Brattalíð, samferðsluleiðara.

 

– Tað var ógvuliga hugaligt at uppliva tykkara professionella arbeiðsháttog jaliga hugburð, tá ið eg longu dagin eftir hálvfinalusigurin á NSÍ setti megí samband við tykkum við fyrispurningi og áheitan um at leiga Smyril til stórafinaludagin.

 

– Her eru tit á SSL sannar fyrimyndir fyri aðrar almennar stovnar ogtænastuveitarar, tí heilt frá byrjan í samskifti okkara vóru tit kvik viðgreiðum svarum, og tá ið málið varð neyðuga lýst, bóru tit skjótt at viðgreiðum boðum.

 

Smyril gjørdi farleiðina tryggari

Víðari skrivar borgarstjórin, at týdningurin av flutningsuppgávuni, sumSmyril so væl røkti leygardagin, er størri, enn tey flestu munnu hugsa um, tíharvið fingið heili túsund fótbóltsfjepparar ta tryggast møguligu farleiðinatil og frá einari finalu, sum í ár savnaði umleið 4700 áskoðarar.

 

– Loysnin við Smyrli gjørdi eisini ferðasambandið hjá øllum hinumáskoðarunum norðanfjørðs tryggari, tí hetta minkaði munandi um talið av bilum,bæði eftir oyggj og inni í Havnini, parkering o.s.fr.

 

Ein eyka dimensión

– Sum eitt stórt bonus góvu tit á Strandferðsluni – við Smyrli – finalunieina eyka dimensjón, sum gjørdi dagin enn meir stórslignan og veitslukendan,við tað at túsund norðingar marsjeraðu niðan frá Smyrli ígjøgnum býin ogomanaftur aftaná. Somuleiðis gjørdist heimkoman til Klaksvíkar framúr av somuorsøk, skrivar Jógvan Skorheim, borgarstjóri, ið somuleiðis bað leiðsluna áStrandferðsluni um at bera eina tøkk víðari til manningina umborð á Smyrli. Teyvóru sera hjálpsom og tænastusinnað, og gjørdi hetta túrin so fantastiskagóðan.

 

– Fyri hesa flottu tænastu hava tit á Strandfaraskipum Landsins einastóra og hjartaliga tøkk uppiborna – ein tøkk, sum eg við hesum fegin vilbera tykkum vegna Klaksvíkar kommunu, Klaksvíkar Ítróttarfelag og øll teymongu, sum nutu gott av hesi tænastu tykkara.

 

Takk fyri og bestu eydnu víðari.