Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgarstjórin vitjar læraralesandi í Gamla Seglhúsinum

Tíðindaskriv – www.gamlaseglhusid.fo

Borgarstjórin, Jógvan Skorheim vitjaði í morgun læraralesandi, sum eru til undirvísing í Gamla Seglhúsinum.

 Borgarstjórin, Jógvan Skorheim vitjaði í morgun læraralesandi, sum eru til undirvísing í Gamla Seglhúsinum. Undirvísingin fer fram umvegis fjarlestur í samráð við Fróðskaparsetur Føroya.

Talan er í fyrstu syftu um eina royndarverkætlan, har næmingar í Sandoy, í Runavík og Klaksvík, fáa undirvísing úr høvuðssætinum í Tórshavn.

Bæði undirvísarar og næmingar eru sera væl nøgdir við hesa loysnina, sum styttir munandi um tíð til at ferðast aftur og fram.

www.gamlaseglhusid.fo