Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgmeistarin í Reykjavík hittir løgmann

John William Joensen

Fyrrapartin í dag vitjaðu Ólafur F. Magnússon borgmeistari í Reykjavík og Heðin Mortensen borgmeistari í Havn, úti í Tinganesi, har teir heilsaðu uppá Jóannes Eidesgaard løgmann.

Løgmaður greiddi frá ætlanunum hjá landsstýrinum á kommunala økinum og um avbjóðingarnar á fiskivinnuøkinum. Løgmaður og Ólafur F. Magnússon umrøddu eisini búskaparligu støðurnar í Føroyum og Íslandi.
Tórshavnar kommuna hevur í hesum døgum vitjan úr vinarbýunum Reykjavík og Nuuk, og í hesum sambandi vitjaðu íslendsku gestirnir úti í Tinganesi.

Harleyfacadeacryl