Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgmeistarin og teir í ommusa kjallara

(Erik Biskopstø)

Tað verður ein herlig blanding av festligum aktivitetum, hugtakandi djóralívi, rungandi rokki og heitum pylsum, tá ið stuttleikagarðurin á Ziskatrøð bjóðar til ein øðrvísi spælidag og góðan summarhugna leygardagin 31. mai.

Tað verður sjálvur borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, sum klokkan 10.15 trínur fram á nýggja skúlapallin og bjóðar øllum borgarunum vælkomnum í Leikalandi. Skráin er sera fjølbroytt og børnini eru høvuðspulsurin. Men ungdómurin sleppur sjálvandi eisini uppí part bæði so og so.

Okkara tiltikni góði málmaður, Jákup Mikkelsen fer at bjóða til spennandi straffikappi og stóra nátúrtalenti úr Mikladali, Ingibjørg Hansen, fer á pallin klokkan 17.30. Eitt av hæddarpunktunum verður ivaleyst tá ið tann ungi og fríski bólkurin, sum vandi í ommusa kjallara, Grandma`s basement, stjelur pallin og góðu oyruni klokkan sjey á kvøldi. Aftaná verður karoki fyri børn, ung og vaksin.

Skráin er at finna í Norðlýsinum – og verður veðrið so gott sum útlitini tykjast at verða, so er hugsandi stuttleikagarðurin á Ziskatrøð gert staðið har øll verða leygardagin á tamb!

Øll eru sjálvandi vælkomin og tað er ókeypis at vitja og síggja Leikalandi allan fyrrapartin. At hoppa, dansa, sparka, súkkla, trøllast, klintrast, sveiggja, kappast, kela dýrum og spæla sjórænarar kostar 80 krónur fyri børn upp til 12 ár, men einans hálva prís fyri tannáringar og vaksin. Í prísinum er morgunmatur íroknaður og atgongumerki til livandi tónleikin, sum verður seinnapartin og út á kvøldið.