Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Boriroyndir gjørdar norðanfyri Posthúsið

Dávur Winther

Nú byggingin av posthúsinum er á tekniborðinum, var áhugavert at fáa at vita hvussu nógv dýpið er, har stóra høllin verður bygd.

Tí hevur Martin Sivertsen frá Jarðhita borðað trý hol o.u. fimm metrar niður í jørðina, har fastur botnur er.

Hetta merkir at fastur botnur er o.u. 2 m undir miðalvatni á sjónum í dag. Roknað verður við at planera o.u. ein metur upp við gróti, síðani eitt betondekk, síðani bjálving og so enn ein eitt tynnri betondekk.

Her norðanfyri verandi Posthúsið verður stóri salurin bygdur, sum skal rúma um 350 fólkum

Eftir ætlan byrjar arbeiðið við um- og afturatbyggingini av Posthúsinum  seint í august 2018