Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Børn fiska skrubbur á Borðoyarvík

John D. Olsen

"Hygg ein skrubba, hon er beint undir vatninum"

Børn frá útibarnagarðinum Fjallafípuni, vóru í morgun, saman við trimum starvsfólkum, á bryggjuni á Borðoyarvík. Við sær høvdu tey tráðu og agn.

Fleiri av børnunum vóru sera áhugaði at síggja fiskarnar, tá teir svumu tætt uppundir vatnskorpuna, eftir húkinum. "Hygg ein skrubba, hon er beint undir vatninum."

Børnini tóktust at hugna sær, tá tey lógu fram eftir rommum og hugdu niður á sjógv.

Skrubburnar, ið tey høvdu fingið, goymdi tey í einari spann, sum tey dúgliga gingu yvir til og hugdu niðurí. Eisini dámdu teimum at nema við fiskarnar. Tá teir gjørdu eitt sprell, so vóru tey tó skjót at taka hendurnar aftur til sín men væl dámdu teimum!

Væl av fiski er at fáa við bryggjuna í Borðoyarvík; einamest skrubbur. Tá húkurin varð koyrdur niður í vatnið, so flokkaðust nógvar skrubbur beinan vegin um húkin, og er hetta sera hugnaligt hjá børnunum.