Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Børn frá Klaksvíkar dansifelag til dansistevnu í Norra

John William Joensen

Til at insavna pening verður eydnuhjól í Skálanum 1.mars. Tað verður fyrsta tiltak til frama fyri ferðini í summar til Barnlek í Norra.

Hetta er aðru fer at Klaksvíkar dansifelag sendir børn á dansistevnuna Barnlek. Fyri trimun árum síðan vóru tey eisini avstað, tá var stevnan í Finnlandi. Tá vóru bara sekstan fólk higani, afturímóti so er ferðalagið úr Klaksvík nú uppá yvir hálvtrýs fólk. So man má siga, at hetta er eitt tiltak við góðari undirtøku og í stórum vøkstri.

Barnlek er ein dansistevna fyri børn í aldrinum 8 til 16 ár. Tað eru børn úr øllum norðurlondun, sum samlast at dansa saman. Eisini skullu tey í tjóðarbúna vísa egnar dansir fram har stevnan er. Tann føroyski dansurin stendur heilt einsamallur, burturúr øllum hinum við við sínari kvøðing í ringi. Aðrir dansir eru allir til tónleik – fólkadansur við lívligun tónleiki og ymiskum kynstri í dansinum. Men øll, sum koma á hesar stevnur, kenna og dáma sera væl tann føroyska dansin. Tað merktu vit til Barnlek Finnlandi, við at vit sum føroyingar fingu nógva uppmerksamheit.

Børnini, sum fara eru børn, sum hava dansa í Skálanum hvørt sunnukvøld í vetur. Dansifelagi hevur haft barnadans í fleiri ár og tað vísir seg, at tey somu koma aftur hvørt ár og nýggj leggjast til. Nøkur eru blivin hálvvaksin, og tey koma enn, samtíðis sum tey eisini onkuntíð dansa við teimum vaksnu. Øll árini hevur verið samband við børn á Húasum og á Viðareiði, sum eisini dansa, og við í ferðini í ár eru eisini børn hagani.

Eydnuhjóli 1. mars er fyrsta tiltak av fleiri at savna pening inn til ferðina.