Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Børn og teldlar: Ven barnið av við iPad

Ragnhild Ellingsgaard

Heldur tú eisini, at tú ov ofta hoyrir spurningin: Nær kann eg sleppa at spæla?, so eru her 10 góð ráð til at minka um nýtsluna av teldlum og snildfonum hjá børnum.

Flestu smábarnafamiljur kenna helst til støðuna, tá teldulin ella snildfonin stjelur ov nógv av tíðini heima við hús. Tá tit koma heim seint seinnapartin fer barnið rennandi inn í stovuna at leita eftir hasum lítla, dragandi skýggjanum. Kanska byrjar morgunin við, at barnið tekur teldilin og setir seg at spæla ella at hyggja eftir einum filmi, meðan tey vaksnu gera klæðir og morgunmat klár til dagin. 

Heldur tú eisini, at tú ov ofta hoyrir spurningin: Nær kann eg sleppa at spæla? Nær kann eg sleppa at spæla?, so eru her 10 góð ráð til at minka um nýtsluna av teldlum og snildfonun.

Nina Tram er ein donsk kvinna, sum javnan heldur fyrilestrar um ávirkanina av teldlum í gerandisdegnum hjá familjum. Hon er útbúgvin lærari og starvast harumframt sum samskiftisráðgevi. Nina Tram hevur á heimasíðuni www.politiken.dk givið hesi ráð til familjur, sum ynskja at hava meira tíð saman í gerandisdegnum. 

1. Keep it simple

Tað er av stórum týdningi, at reglurnar fyri, nær og hvussu nógv, barnið sleppur at spæla, eru heilt greiðar og lættar at halda. Bæði hjá teim vaksnu og eisini børnunum. Tí er umráðandi, at øll skilja regluna. Eitt dømi kann verða, at tit brúka teldil ein dag um vikuna. Ella at tit ikki spæla millum klokkan 17 og 19 á gerandisdøgum. Ger tykkum heilt greitt, hvør besta loysnin er fyri tykkara familju. 

2. Hygg at tær sjálvum

Minst til gamla setningin um, at børn gera tað, sum tey vaksnu gera. Tí eiga nýggju reglarnar eisini at verða galdandi fyri teg. Bíða við at seta teg við telduni ella snildfonini, til barnið er farið í song.

3. Brúka tína tíð

Tú mást gera tær greitt, at tað krevur eitt sindur meira av tær, um teldulin ikki longur skal vera barnagenta. Tú mást verða til reiðar til at brúka meira tíð saman við barninum, bæði tá tað er stuttligt og minni stuttligt. 

4. Ger eina ætlan

Tað tekur umleið tvær vikur hjá barninum at venja seg við ein gerandisdag uttan so nógva tíð við teldlinum. Tí er umráðandi, at tú longu frammanundan hevur lagt ætlanir fyri, hvussu tú skalt svara aftur, tá barnið fyri 117. ferð setir spurnartekin við nýggju regluna. 

5. Fyrireika aðrar møguleikar

Tú kanst keypa teknibøkur ella printa út smáar rokni- og skriviuppgávur av alnótini. Keyp nýggjar litblýantar. Fyrireika teg til at spæla við Lego, at byggja tokbanar ella at spæla við Barbie. Tit kunnu eisini fara á bókasavnið at læna bøkur um evni, sum barnið hevur áhuga fyri og sum tit kunnu lesa saman. Lær barnið okkurt kortspæl ella baka eina køku saman. Tit kunnu fara á gongutúrar oman í fjøruna, niðan í hagan ella bjóða øðrum børnum heim til tykkum í seinnapartsbiograf. Møguleikarnir eru nærum markleysir, um tú hugsar teg um. 

6. Rudda út í leikum

Fleiri børn í dag eiga so nógvar leikur, at tey kunnu gerast í ørviti at øllum møguleikunum. Set ein svartan posa í kjallaranum og skift út í leikunum við jøvnum millumbilum. 

7. Halt fast!

Minst til, at tú ert tann vaknsi og at tú veitst best, hvat er gott fyri tykkara familju. Eisini, tá barnið enn einaferð plágar, er í øðini ella er púra ólukkuligt, tí tað ikki sleppur at spæla. Hetta gongur yvir aftur. 

8. Bíða við gerandis uppgávum

Lat skitin klæði vera skitin klæði og bíða við at rudda, til barnið er farið í song. Vís nærveru saman við barninum. Børn elska, tá vaksin tíma at vera saman við teimum. Hesum kan eingin teldil kappast við. 

9. Ver smidligur

Um barnið hevur vinfólk við heim og tey ynskja at spæla eina løtu, so lat tey spæla ein hálvan tíma. Eitt gott hugskot er eisini at loyva barninum at spæla, tá tað vitjar onnur. Reglurnar heima hjá tykkum eiga ikki at ávirka vinarskapin hjá barninum við onnur børn. 

10. Gleð teg!

Tú fert at koma munandi tættari at tínum barni, tá teldulin ikki stjelur alla tíðina. Hetta fer helst eisini at ávirka restina av familjuni, tí tit fáa tíð til at gera okkurt saman.

Hetta er tað, sum gevur eydnustundir í gerandisdegnum hjá okkum øllum. 

Tú kanst lesa meira um lærara og samskiftisráðgeva Ninu Tram á www.ninatram.dk.

Kelda: www.politiken.dk