Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Børn, tøkni og skermar

Oliver Joensen

Hóskvøldið 16 feb í Oasuni í Havn og fríggjadagin 17 februar í Løkshøll ´Runavík verður áhugaverda evnið Børn, tøkni og skermar viðgjørt. Tað verður vælumtókti fyrilestrarhaldarin Mette Schatter Carendi, ið kemur at greiða frá hvat nýggjasta granskingin innan evnið týður á.

Barnsins nýtsla av fartelefonum og teldlum er helst nakað, ið foreldur flest kenna til, og kjakið um hetta fyllir meira og meira, eisini hjá fakfólkum. Mette fer at kunna og ráðgeva um, hvussu fakfólk kunnu hjálpa børnunum og foreldrunum við nýggju møguleikunum og avbjóðingunum, ið standast av nýggju tøknini.

Heiti á fyrilestrinum í Oasuni er: Tí verður barn títt bundið at skermum og tøkni og sum er fyri foreldur og avvarndi og skeiðsdagurin í Løkshøll hevur heitið: Hvussu ávirkar skermtíð og tøkni menningina hjá barninum? Og sum er fyri fakfólk, men øll eru sjálvandi vælkomin bæði støðini.

Meira kunning fæst á FB

Harleywoodpaint