Seinasta fríggjadag hevði skúlin á Ziskatrøð ein væleydnaðan kvæðadag.
Sí video.
Í ár var kvæðadagurin útsettur av serligum orsøkum, men hann eydnaðist kortini sera væl. Dagurin byrjaði við at børnini í 1. til 6. flokk gjørdu seyðbond frá kl. 8.00 til 9. 00.
Síðani varð farið niðan í Skálan at dansa føroyskan dans. Í ár vóru allir árgangirnar upp til 6. flokk saman í ringi. Árgangirnir høvdu ábyrgd av hvør sínum kvæði, sum tey høvdu lært.
Seinni dansaðu 7. fl og framhaldsdeildin saman.
Sum nakað nýtt var bandadansur eisini á skránni.
Sí video frá degnum her
Betri góðska fæst við at trýsta á HQ niðast til høgru




