Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Børnini gleða seg til sólarmyrkingina

Ragnhild Ellingsgaard

Í útibarnagarðinum Fjallafípan hava tey arbeitt nógv við sólarmyrkingini seinastu tíðina.

Niels Juul Arge, varaleiðari í Barnahúsinum Margit, greiðir frá, at seinastu tvær vikurnar hava børnini í Fjallafípuni verið rættiliga nógv upptikin av sólarmyrkingini. Starvsfólkini hava eisini gjørt nógv burtur úr hugtakinum og hava á ein livandi og skapandi hátt roynt at givið børnunum eina grundfatan av tí, sum fer at henda fríggjadagin, tá mánin skuggar fyri sólini eina løtu.

– Vit byrjaðu við tí heilt grundleggjandi, har børnini fingu eitt sindur av vita um tað, sum fer at henda, greiðir Niels Juul frá og leggur afturat, at børnini vóru ordiliga upptikin av samspælinum millum jørðina, mánan og sólina og vildu fegin vita meira allatíðina. Starvsfólkini høvdu fingið fatur á eini globus og eini stórari bók um rúmdina og løgdu skjótt til merkis, at børnini brúktu heilt nógva tíð við at hyggja eftir myndum og práta sínamillum um tað, sum fer at henda, tá sólin fer undir eina løtu.

– Vit vita, at børn eru ymisk og at tey eisini læra á ymsan hátt. Vit hava tí arbeitt út frá ástøðinum hjá Howard Gardner og hava brúkt tey mongu vitsevnini, sum hann tosar um, til at arbeiða útfrá, sigur Niels Juul. Serliga skapandi vitsevni hevur verið nógv brúkt, men eisini tað málsliga hevur verið virkið í sambandi við samlingar á stovunum, har børnini hava lært onkran nýggjan sang um jørðina og sólina, sigur hann og leggur afturat, at tey hava arbeitt við sólarmyrkingini á nógvar ymiskar mátar við at tekna, mála, syngja, práta, lesa og so framhaldandi.

– Fyri okkum starvsfólk hevur tað eisini verið ordiliga stuttligt at síggja, at nøkur børn, sum vanliga slett ongan áhuga hava fyri at tekna ella mála, knappliga tíma ordiliga væl at sita við litblýantum og pappíri. Tey tekna planetir, mánar, sólir og greiða okkum vaksnu frá øllum tí, sum tey vita um tað, sum tey nú einaferð sita og tekna. Tað er serstakliga hugaligt hjá okkum at uppliva hesa menningina og at síggja, hvussu barnið brúkar tær sterku síðirnar hjá sær til at lyfta tær minni sterku eitt sindur upp, heldur Niels Juul.

Hann leggur eisini afturat, at børnini eru sera spent til sólarmyrkingina fríggjadagin. Tey tosa um hana og seta spurningar við alt tað, sum skal henda. Hvussu leingi verður tað myrkt, hvussu fer tað at síggja út og so framvegis. Onkur av børnunum eru eisini farin at kanna, um aðrar planetir eisini hava sólarmyrkingnar. Summar av teimum hava jú fleiri mánar, sum mala runt um planetina. Merkir tað, at hesar planetir so hava fleiri sólarmyrkingar?

– Sólarmyrkingin hevur givið okkum nakrar nýggjar møguleikar at arbeiða við og hetta hevur verið ein fantastiska spennandi tíð. Nú gleða vit okkum øll bara til fríggjadagin, endar Niels Juul hesa stuttu samrøðuna.

Harleyfacadeacryl