Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Børnini hava onga vernd

Rigmor Dam

Ongin verjir børnini á skúlum og dagstovnum móti vánaligum arbeiðsumhvørvi, tí bert starvsfólkini eru fevnd av lógini um arbeiðsumhvørvi. Rigmor Dam spyr Jóhan Dahl, um Landsstýrið ætlar at broyta lógina um arbeiðsumhvørvi, so børn eisini verða fevnd av lógini?

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin, sum Jóhan Dahl skal svara mikudagin, sigur Rigmor Dam, at tað nærum dagliga stinga seg mál upp um arbeiðsumhvørvi. Tað verið seg mál um heilsuskaðiligar bygningar, trupulleikar av gangi, kulda, soppi, trekki, vánaligari inniluft, rýmingarleiðir og brunatrygd, hvílitíðir osfr. Í summum førum snúgva málini seg um sálarliga arbeiðsumhvørvi, happing o.l.

Tá ið ein skúli ella dagstovnur, har børn eru allan dagin, verður raktur av slíkum trupulleikum, eru børnini ikki fevnd av lógini um arbeiðsumhvørvi. Verður skúlin stongdur, er orsøkin, at lærarar og onnur starvsfólk mugu ikki vera í heilsuskaðiligum umhvørvi. Sama er galdandia fyri vøggustovur og barnagarðar, har námsfrøðingar og onnur starvsfólk verða vard, meðan børnini tekur ongin ábygdina av. Heldur ikki hava børn rætt til matnáðir ella “pausurúm”, har tey kunnu kopla av eina løtu, sum vaksin vanliga ynskja. Ongin vernd er fyri børnini, hóast teirra gerandisdagur (arbeiðspláss) er í almenna rúminum. Hetta, hóast vit sum samfelag bæði hava ábyrgdina av almennum bygningum, arbeiðsumhvørvinum og av vælferðini og heilsustøðuni hjá børnunum.