Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Børnini rudda eisini ímorgun

Oliver Joensen

Tunnilsklárir vera vit, ongin ivi um tað, sjálvt børnini eru farin út ímorgun at rudda og tey hugna sær rættuliga, eitt nú á Akursmørk.

Alt, ið rekst, skal takast burtur, sigur býráðið í faldara, sum er sendur í hvørt hús. dagarnir 26. og 27. apríl eru settir av til ruddingardagar. Almenn øki verða ruddað og eisini heitir borgarstjórin Steinbjørn O. Jacobsen á okkum øll um at rudda uttanfyri hjá okkum sjálvum.
Bilvrak og líknandi órudd skal eisini koyrast burtur. Um spurningar eru um bilvrak og tílíkt, so ber til at ringja 213242. Telefonnummur annars at ringja til í samband við rudingina 216488 ella 217388.
Ókeypis posar verða útflýggjaðir í hølunum hjá býargartnaranum í kjallaranum undir skýlinum ídag frá kl. 13.00 til 19.00.
Sagt verður eisini at posarnir verða heintaðir hósdagin frá kl. 17.00.
Meira í faldaranum frá býráðnum.

Harleywoodpaint