Føroyar framleiða eins nógv sum Danmark ger upp á tríggjar dagar, staðfesti dagblaðið Børsen í grein á baksíðuni mánadagin. Blaðið viðger nýggju greiningina hjá danska Tjóðbankanum av føroyska búskapinum.
Ikki man tað koma ofta fyri, men føroyski búskapurin verður umrøddur bæði á forsíðuni og á baksíðuni í nógv lisna danska vinnublaðnum Børsen hesa vikuna. Keldan til viðgerðina er feska greiningin hjá danska Tjóðbankanum av føroyska búskapinum. Journalisturin á Børsen tykist tó sjálvur undrast yvir, at pinkubúskapurin regluliga verður greinaður av danska sentralbankanum. Føroyski búskapurin svarar jú bert til virksemi í Hvidovre ella Fåborg, staðfestir greinaskrivarin.
Virðisskapinin er lítil, men kná
Eitt sindur speirekandi staðfestir blaðið innleiðandi soleiðis:
“Størrelsen på den samlede færøske økonomi – bruttonationalproduktet – er 19,3 mia. kr. Det svarer 0,8 pct. af det samlede danske bnp, eller den produktion der bliver skabt på lidt over tre dage i Danmark. Selvom det at kigge nærmere på færøsk økonomi altså størrelsesmæssigt svarer til at stille skarpt på, hvordan det går i Hvidovre, udarbejder Nationalbanken én gang om året en grundig analyse af færøsk økonomi. Den seneste er lige udkommet.”
Men her gloymir greinaskrivarin á Børsen at upplýsa, at fólkatalið í Føroyum eisini svarar til 0,8% av tí í Danmark. Sum staðfest í grein míni í Norðlýsinum í farnu viku er virðisskapanin í Føroyum neyvt tann sama fyri hvønn íbúgva sum í Danmark í 2019. Hetta er grundað á metingina hjá Hagstovuni av BTÚ. Og tað skal síggjast í ljósinum av, at fyri bert 10 árum síðani var BTÚ fyri hvønn íbúgva í Føroyum 15 prosent lægri enn í Danmark.
Íroknað donsku veitingarnar á slaka milliard krónur árliga er føroyska livistøðið tí hægri enn tað danska í miðal fyri hvønn íbúgva.

Framburðurin er stórur og harðførur
Greinin í Børsen tekur síðani afturíaftur høvuðsniðurstøðurnar úr fesku greiningini hjá danska Tjóðbankanum. Staðfest verður, at Føroyar hava upplivað framgongd í seks ár á rað nú. Fýra túsund fleiri eru komin í starv, og tí er talið av arbeiðsleysum komi heilt niður á 314 fulltíðararbeiðsleys í august 2019.
Høvuðsorsøkina til stóru framgongdina skal sambært greinini í Børsen finnast í eini tvífalding av laksaprísinum á heimsmarknaðinum hesi árini. Greiningin hjá Tjóðbankanum nevnir tó eisini stóra vøksturin í fiskaveiðuni eftir makreli og sild sum saman við virðismikla vøkstrinum í útflutninginum av alilaksi sum drívmegi handan framburðin.
Og tjóðbankin hevur eisini eina meira nuanseraða mynd av framburðinum, sum verður lýstur at vera væl kjølfestur. Staðfest verður, at síðani ársbyrjan 2013 er arbeiðsvirkni føroyinga økt við 16 prosentum. Framgongdin hevur serliga verið í byggivinnuni og hjá tí almenna. Stóri vøksturin í starvsmøguleikum hevur viðført eina økta tilflyting av føroyingum búsitandi uttanlands. Eisini eru komnir tilflytarar úr serliga eysturevropeisku londunum seinnu árini.
Útlánini hjá bankunum er økt, men ikki so skjótt sum bruttotjóðarúrtøkan, BTÚ. Tjóðbankin staðfestir tí, at uppgongutíðirnar hava verið harðførari enn fyrr. Tískil er búskapurin meira mótstøðuførur, tá ið konjunkturarnir fara at venda.

Peikifingurin hjá Tjóðbankanum á lofti
Børsen endurgevur eisini lyfta peikifingurin hjá Tjóðbankanum til landsstýrið: Landið hevur sett ov nógva ferð á búskapin við eitt nú at lata talið av alment settum økjast við 8% síðani 2012. Heldur átti landið at hildið aftur og savna saman til verri tíðir.
Meira ítøkiliga vísti Tjóðbankin á, at Landsstýrið í samband við fíggjarlógina fyri 2020 eigur at herða fíggjarpolitikkin til at verða meira tálmandi fyri búskapin:
“Landsstýrið kann lætta um trýstið her og nú, við at tryggja ein herdan fíggjarpolitikk í 2020. Herðingin fer at tálma eftirspurninginum og harvið minka um trýstið á arbeiðsmarknaðinum. Herðingin kann verða ígjøgnum afturhaldssinni á rakstrarútreiðslunum og í nýggjum byggi- og verklagsætlanum hjá bæði landi og kommunum.”
Hetta er sjálvandi beint í andsøgn við tær útmeldingarnar, ið eru komnar frá samgonguni um stórar ófíggjaðar lættar til pensjónistarnar.
Umframt at ávara um váðan fyri yvirupphiting her og nú, ávarar Tjóðbankin eisini um avbjóðingarnar hjá føroyska búskapinum við manglandi fíggjarpolitiskum haldføri upp á sikt. Eins og nógv onnur lond hava Føroyar stórar avbjóðingar við at tryggja javnvág ímillum inntøkur og útreiðslur á teimum almennu fíggjarætlanunum í framtíðini. Tað kemst millum annað av, at talið á borgarum yvir 70 ár næstan verður tvífaldað til góð 11.000 fólk fram ímóti 2058. Tí fara útreiðslurnar til pensjónsveitingar og heilsuverk at vaksa.
Her er so eisini ein stórur munur á Føroyum og Hvidovre, at vit hava átikið okkum fíggjarligu ábyrgdina av landinum øllum – við eini árligari peningaligari innspræning. Tí er tað eisini bæði gott og neyðugt, at fleiri fakfólk vísa føroyska búskapinum ans. Soleiðis at vit sjálvi eins og Tjóðbankin og Børsen megna at viðgera búskaparligu støðuna faktuelt og lata okkara fólkavaldu standa til svars fyri tí fíggjarpolitisku kósini, ið verður løgd fyri pinkubúskapin Føroyar.
Framburður forpliktar.


