Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri hugnaløtu á Hotel Hafnia fyri kvinnum, sum eru ella hava verið sjúkar av krabbameini í brósti

John William Joensen

Á hugnaløtuni mikudagin 14. mai kl. 19.00 á Hafnia, fer Fía Lamhauge life coach og listterapeutur at luttaka og siga frá, hvussu listterapi kann vera ein háttur at stuðla undir lívsgóðsku, tá ið tú er ella hevur verið sjúk av bróstkrabba.

Turid Horn fer at siga frá, hvønn týdning tað hevði fyri hana at ganga til listterapi, aftaná hon hevði verið sjúk av bróstkrabba.

Høvi verður eisini til hugnaliga samveru og prát og sjálvsagt verður eisini ein góður drekkamuður at fáa.

Tiltakið er ókeypis.

Um tú ert áhuga at koma til hugnaløtuna, so vinarliga melda til tiltakið í seinasta lagið týsdagin 13. mai kl. 13.00, á telefon 317959 ella á mailadressu kmf@krabbamein.fo

Við vón um góða undirtøku