Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Botndystur á Skála

Jákup Ósá

Team Klaksvík hevur ímun til seinasta dyst fingið styrk til dystin móti STÍF.

Í morgin tekur STÍF móti Team Klaksvík í bestu mansdeildini í hondbólti.

34-13 móti KÍF og 43-26 móti VÍF eru úrslitini hjá Team Klaksvík higartil á útivølli í ár. Meðan úrslitini hinvegin á heimavølli hava verið á góðari leið, har Team Klaksvík í øllum dystunum hevur verið heilt væl við í minst einum hálvleiki. Móti Kyndli vann liðið greitt.

Leygardagin er útidystur móti STÍF á skránni. Fyrra dystin í Klaksvík vann STÍF 30-24. Men síðani tá hevur STÍF ikki vunnið nakran dyst, so vónirnar fyri einum betri Team Klaksvík úrsliti á útivølli skuldu verið til staðar. Í kvøld kom spæliloyvið hjá nýggja leikaranum Martin Ritto uppá pláss, so hann verður við í hópinum í morgin. Annars vera sum skilst allir mans við hjá Team Klaksvík, hóast Andrias Ellingsgaard og Jens Pauli Mohr hava havt snuddir.

Dysturin á Skála byrjar kl. 16.00.