Hondbóltur: Team Klaksvík skal royna at fáa enn ein sigur móti Neistanum, tá liðini møtast í kvøld.
Team Klaksvík hevur fyrr hetta kappingarárið vunnið fleiri ferðir móti Neistanum, so spurningurin er, hvussu verður í kvøld. Hetta eru tvey tey aftastu liðini í kappingini, har Neistin hevur 14 stig, meðan Team Klaksvík hevur 6 stig. Dysturin byrjar kl. 18.30 í Høllini á Hálsi.




