Óhappið sum smoltflutningsskipið Víkingur var fyri, í gjár, hevði við sær, at botnurin á skipinum hevur fingið skaða og hol fleiri staðni.
Tað var á veg fram við Lishøvda við Árnfjarðarvík at óhappið hendi. Hvussu nógv smolt talan var um, sum er farin fyri skjeyti er ikki greitt, men tosað verður um 70.000 smolt.
Nakað bleiv sett í ein ring á Borðoyarvík, ímeðan nakað bleiv pumpað upp úr skipinum, tá skipið var komið til kaj í Klaksvík, var hetta smoltið deytt.
Hvussu verður við smoltinum, ið var sett í ein ring á Borðoyarvík hava vit ikki fingið nakra almenna fráboðan um, men serkøn fólk halda at tey smoltini hava lítlan møguleika at yvirlivað, men tað fer tíðin at vísa. Víkingur stendur nú á sleipistøðini hjá KSS. Áðrenn skipið varð tikið upp, vóru oljusperringar lagdar út, og tá vit vóru á staðnum ídag var slamsúgvarin hjá Guðjón Egholm og tók tað syndrið av olju upp, sum oljusperringin hevði stongt inni.




