Superbólkurin Boys In A Band hevur eittans framførslu í Føroyum í summar, og hon verður á G! Festival komandi vikuskifti.
Bólkurin Boys In A Band tók øll á bóli, táið hann vann heimsfinaluna í Global Battle of The Bands í London og streyk avstað við teimum 100.000 dollarunum í vinningi. Boys In A Band túraði eftir hetta á fleiri av heimsins størstu festivalum í USA, Kanada og Europa og gav í 2008 út fløguna Black Diamond Train. Men eins brádliga og bólkurin trein in á pallin, soleiðis var hann eisini brádliga burtur aftur. Hetta til týski Waldstock festivalurin, ið hátíðarhelt sítt 20. ár í vikuskiftinum, setti seg í samband við bólkin, og bønaði og bað boysarnar um at koma at spæla, hóast teir ikki vóru til sum bólkur longur. Waldstock hevði bjóðað nøkrum úrvaldum bólkum, sum høvdu gjørt serligt inntrykk hesi 20 árini, at koma til hátíðarhaldið. Boysarnir høvdu sostatt verið eitt av hæddarpunktunum á festivalinum hesi 20 árini, og máttu tí fáast á skránna einaferð enn. Til gleði fyri Waldstock eftirlíkaðu teir, og tá tað regnar á týskan prest, dryppar á føroyskan dekn, sigur einki orðatak. Tað eydnaðist G! at sannføra bólkin um at koma a G! eisini og framføra øll tey góðu løgini, sum eftir ongari tíð gjørdu teir til ein hin best dámda føroyska bólkin nakrantíð.




